Tóri Højgaard hevði í Dimmalætting fríggjadagin eitt svar til eina grein, sum eg hevði í bløðunum týsdagin.
Eg haldi ikki, at vit skulu fara ov nógv í smálutir við kjakinum okkara millum, tí tað tænir ongum endamáli. Tí verður hetta seinasta íkastið frá mínari síðu til hetta kjakið.
Tóri Højgaard ger í seinastu grein síni nógv burturúr at vísa á, at ein feilur var í míni grein. Hann sigur, at tað er ikki rætt, tá eg sigi, at líkamikið um vit missa blokkstuðulin frá einum degi til annan, ella hetta hendir líðandi yvir fleiri ár, so broytir tað ikki upphæddina, sum vit missa. Hann vísir á, at hetta hevur nógv at siga fyri sjálva skiftistíðina.
Har eri eg sjálvsagt púra samdur. Jú fyrri vit missa blokkstuðulin, fyrri sleppa føroyskir skattgjaldarar at gjalda fyri missin. Tað sigur seg sjálvt. Men tað sum eg vísti á var, at tá allur blokkstuðulin er burtur, tá hava vit mist 615 mió. krónur í árligari inntøku afturat tí sum vit longu hava mist frammanundan, og tað er líkamikið um niðurskurðurin er gjørdur eftir einari nátt, ella eftir fleiri árum. Vit verða tí noydd at finna aðrar 615 mió. krónur at seta ístaðin, og tað er lættari sagt enn gjørt, tí vit tosa hóast alt um einar 60.000 skattakrónur um árið frá hvørjum einasta húski í landinum. Hetta kemur afturat tí, sum vit longu mistu, tá blokkstuðulin minkaði í 2002, og umframt hetta, rindar ríkiskassin eisini fleiri hundrað milliónir krónur árliga uttanum blokkstuðulsskipanina, sum vit eisini mugu gjalda, um loysingin gerst veruleiki.
Tillagingartíðin er vandamikil
Eg haldi, at politikarar brúka ofta langar tillagingartíðir, fyri at yvirtala fólk, tí tað virkar ikki so møtimikið, tá tíðin er long, sum tá hon er stutt.
Undan valinum í 1998 segði onkur, at allur ríkisstuðulin skuldi burtur eftir 6 til 8 árum. Tað virkaði kanska lætt tá, men nú (nýggju ár seinni) kunnu vit konstatera, at tað hevði verið ein vanlukka fyri bæði landskassan og allan tann føroyska búskapin, um tann ætlanin hevði verið gjøgnumførd.
Og nú royna teir so aftur at krógva veruleikan aftanfyri eina langa skiftistíð. Men sum eg fyrr havi sagt: Tað ger okkum hvørki ríkari ella fátækari (altso tá øll ríkisveitingin er burtur).
Eg eri als ikki samdur í tí, at tað at blokkstuðulin minkar í virði, ger okkum minni bundin av donskum pengum. Tvørturímóti haldi eg, at vit eru bundin at øllum verandi inntøkum (donskum so væl sum føroyskum) so leingi sum vit ikki klára at finna nýggjar inntøkur ella sparingar. Fyri hvørja krónu sum vit missa, mugu vit finna eina nýggja krónu ella spara eina krónu, um úrslitið skal verða tað sama. Tí virkar tað púra øvugt fyri mær, tá onkur sigur, at vit blíva minni bundin við at minka inntøkurnar. Kunsturin er ikki at minka verandi inntøkur, men at fáa nýggjar inntøkur at vaksa.
Til Tóra
Eg haldi ikki at vit koma víðari við hesum kjakinum so eg gevist her. Vit eru ósamdir um ríkisrættarligu støðuna og um týdningin av blokkstuðlinum, og tað hava vit sjálvsagt loyvi til at vera. Eg eri sambandsmaður, sum vil varðveita ríkisfelagsskapin og tú ert miðflokkamaður, og vilt tí hava loysing. Tað er ikki annað enn okkara demokratiski rættur.
Annars takk fyri eitt sakligt kjak.
Helgi Abrahamsen




