Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samfelagsfrøðingur: Fiskivinnunýskipanin kostar samgonguni

Jóhann Lutzen

Norðlýsið hevur vent sær til Ragnar Joensen, samfelagsfrøðing at hoyra hansara tulking av veljarakanningini, sum júst er almannakunngjørd

Norðlýsið hevur vent sær til Ragnar Joensen, samfelagsfrøðing at hoyra hansara tulking av veljarakanningini, sum júst er almannakunngjørd

Ragnar sigur at tað er vanligt at síggja samgongur royna, at koyra trupul mál ígjøgnum tíðliga í skeiðinum. Tað gjørdi BADH samgongan við m.a. flatskattinum, og við skatting av pensjónum við inngjald.

Hendan samgongan (CEF) hevur roynt at fáa eina fiskivinnunýskipan ígjøgnum í eina tíð, og hon hevur møtt sera stórari mótstøðu. Tað kostar í undirtøku. Tað er tað vit síggja í veljarakanningini, sigur Ragnar Joensen.

At ein samgonga missur næstan 9% stig uppá eitt og eitt hálvt ár er sera nógv, og áhugavert hevði verið at sæð hvar í landinum flokkarnir vinna og missa, sigur Ragnar Joensen.

Eisini er vert at leggja til merkis at tað bert eru bert C og E sum missa. Framsókn stendur í stað. Tað kemur helst av at Høgni Hoydal er ímyndin av fiskivinnunýskipanini, og Aksel V. Johannesen er ímyndin av samgonguni. At Framsókn ikki missur, men hevur ein lítlan vøkstur, kemur nokk av at hann ikki hevur verið so sjónligur júst viðv. fiskivinnunýskipanini, sigur Ragnar Joensen.

Ragnar undrast á at Sjálvstýri ikki hevur megnað at markera seg betur. Flokkurin er umboðaður í Eysturoy og Norðoyggjum, sum helst eru tey økini sum hava verið harðast ímóti fiskivinnunýskipanini. Tað átti flokkurin at duga at gjørt sær dælt av.

Í kanningini stendur at heili 22.3% siga seg atkvøða blankt ella ikki fara á val. Tað er eitt sera høgt tal, og tað sigur kanska eisini nakað um hvat fólka halda, sigur Ragnar Joensen at enda. 
Les meira um veljarakanningina niðanfyri.
Harleywoodpaint