Í samband við ætlaðu sparingar á Akstovuni hevur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu sent stjóranum á Akstovuni Jákup Jacobsen soljóðandi skriv
Sum kunnugt fer samfelag okkara í hesum tíðum ígjøgnum baldrutar fíggjarligar umstøður, sum vit øll eru undirløgd, har fólk við ábyrgd innan eitt nú almennar og kommunalar stovnar mugu taka neyðug atlit og fara væl um pening skattgjaldarans.
Tískil er av alstórum týdningi, at mannagongdirnar verða tillagaðar broyttu viðurskiftunum í øllum løgum í samfelagnum.
Í frágreiðing í miðlunum nú um dagarnar boðar Akstovan frá neyðugum sparingum, og “at hetta rakar hart tær tænastur, sum stovnurin hevur veitt kring landið”.
Undirritaða er als ikki samd um fyritreytina fyri ætlaðu sparingunum!
Seinnu árini eru bæði fysiska- og elektroniska undirstøðukervið bøtt munandi, soleiðis at umleið 85% av fólkinum í Føroyum í roynd og veru kunnu sigast at búgva í einum væl samanbundnum øki.
Tað er ein tími at koyra frá Viðareiði til Sandavágs og eitt hálvt sekund at senda ein teldupost úr Tórshavn til Klaksvíkar.
Hetta mugu avgerðartakarar og leiðarar í Føroyum í størri mun geva sær far um, og mín vón er, at henda umstilling røkkur inn um ting- og stovnsgátt, soleiðis at virkis- og tænastuøkið hjá einum stovni sum eitt nú Akstovuni verður lagt til rættis øllum landinum at frama.
Henda sannroynd er heldur ikki fremmand fyri okkum. Samgonguskjalið sigur, at “eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnað í landinum sum heild”.
Ætlaða sparingin merkir fyri vinnufyritøkur her í økinum, at hvør einstakur størri lastbilur og akfar nú noyðist at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, fyri gjald, og síðan umleið 150 km aftur og fram. Bilførarin skal hava løn fyri eykaarbeiði, fyritøkan missur inntøkur, samstundis sum hetta merkir økt slit og størri ferðsluvanda á vegum landsins.
Tað er møguliga, isolerað, ein sparing fyri Akstovuna at fremja nevndu, ætlaðu broyting, men samfelagsliga er hetta ein fíggjarligur smeitur fyri tær vinnufyritøkur, ið verða raktar.
Vit síggja út frá omanfyristandandi, at fyritreytirnar hjá Akstovuni eru í stríð við rákið í samfelag okkara, har avgerðartakarar og leiðarar í Føroyum alt meira hugsa, at pláss skal verða fyri øllum.
Í einum broti í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður sagt, at “politiska endamálið við fíggjar- og búskaparpolitikkinum er at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar … og at vinn¬uni verður tryggjað kappingarføri.”
Tað er avgerandi neyðugt, at Akstovan ikki dregur allar tænastur til sín, men heldur leggur doyin á júst tað øvugta: at røkka enn longur og enn betur út til sínar brúkarar í okkara væl útbygda samfelag.
Vinarliga
Gunvá við Keldu
borgarstjóri




