Boðskapurin á samfelagstevnuni í Klaksvík um Hvítusunnuhalguna, var hin sami, sum altíð hevur ljóðað á hesum stevnum, men hesa ferð var tónleikurin eitt sindur meira fjøltáttaður enn undanfarin ár.
Aðru hvørja Hvítusunnu verða samfelagsmøtini hjá brøðrasamkomunum hildin í Suðuroynni og annaðhvørt ár í Klaksvík, sum hesa ferð átti tørn.
Verkfallið hevði
helst sína ávirkan.
Møguliga hevur tað ávirkað luttøkuna í ár, at verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum ikki endaði fyrr enn náttina til fríggjadag, tá stevnan longu var byrjað við bønarmøti, sum í Betesda hóskvøldið.
Helst hevði luttøkan av bygd og bý verið nakað størri, um verkfallið hevði endað nakrar dagar fyrr, men kortini kann ikki sigast, at hetta merktist á stevnuni høllin var væl fylt til so at siga allar fundirnar, og nakrar ferðir var hon fullsett.
Tað er ein sannroynd, at KÍ-høllin verður væl vitjað tá møti eru har, tí tað er á neutralum stað, sum ger, at fleiri fáa hug at møta upp.
Sangkórini vóru
fleiri og ymisk.
Sum altíð var tað gleðiboðskapurin um frelsu við trúgv á Jesus, sum var aðaltátturin í boðskapinum, men hesa ferð var búnin eitt sindur meira ymiskur enn fyrr.
Umframt Sangkórið í Betesda, sum altíð eigur ein høvuðsleiklut á samfelagsstevnunum í Klaksvík, so luttóku 3 onnur sangkór, harav tað eina eisini er heimahoyrandi í Betesda.
Eitt ungdómskór, sum í eina tíð hevur vant og framført nakrar ferðir í Betesda, sang á tí eina møtinum.
Sangkórini av bygd vóru Sangkórið í Ebenezer í Havn og Sangkórið úr Siloa í Fuglafirði.
Øll hesi 4 kórini høvdu hvør sín stíl, sum fevndi rættiliga víða, bæði tónleikaliga og í ljóðstyrki.
Kunning um trúboðarar og ein syngið við-løta.
Av øðrum frábrigdum í mun til flestu av undanfarnu stevnum kunnu nevnast tvey tiltøk, sum vóru seinapartarnar 1. og 2. Hvítusunnudag.
Kl. 16:00 seinnapartin 1. Hvítusunnudag var ein serligur kunningarfundur um trúboðararnar, sum eru farnir út frá brøðrasamkomunum í Føroyum.
Somu klokkutíð dagin eftir varð skipað fyri eini serligari syngið við-løtu í KÍ-høllini, har sangurin átti meginpartin av tíðini. Umframt nakrar styttri hugleiðingar um sang og upplestur var talan bæði um felagssang úr tí lættara endanum. Inn ímillum sang Kvartettin í Betesda eisini nakrar sangir.




