Á seinasta løgtingsvali vóru 35.447 fólk á valið og feskasta veljarakanningin vísir at verandi andstøða fær 17 tinglimir og samgongan 16. Men níggjundi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum er ímillum 0,1 til 0,4 prosent frá at fella til Sambandsflokkin.

Síðan mai mánaða í hevur Sambandsflokkurin í veljarakanningum støðugt tikið seg fram við tilsamans 6,4 % og um tølini í veljarakanningini eru álítandi skal hann bert hava 35 atkvøður afturat (ella í mestalagið 144 atkvøður) fyri at taka níggjunda tingmannin frá Javnaðarflokkinum. Framgongdin hjá Javnaðarflokkinum síðan mai 2014 er (0,2%)
Í mai 2014 vísti veljarakanning at samgonguflokkarnir einans fingu 14 tinglimir, men sambært nýggjastu veljarakanningini eru samgonguflokkarnir í løtuni einan 35 atkvøður frá at hava 17 tinglimir.
Á løgtingsvalinum 2011 fingu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin tilsamans 18 tingfólk.