Øll tingmál, sum ikki eru á fíggjarlógini, skulu takast aftur, er kravi frá fleiri samgongulimun.
Sum Norðlýsið skilir, so er møguleiki fyri at nýval verður útskriva rættuliga stórur. Fleiri samgongulimir hava kravt, at uppskotuni, sum einstakir samgongulimir hava lagt fyri tingi seinastu dagarnar, verða øll afturtikin.
Einasti málini, sum skulu viðgerast, eru tey, sum longu frammanundan eru á fíggjarlógini 2008. Verður hetta kravi ikki gingið á møti, verður nýval útskriva beinanvegin, og tingi verður sent til hús.
Afturat hesum verður kravt, at øll tey avtalaðu samgongumálini, ið eru til viðgerðar í fíggjanevndini, verða løgd fyri tingið í morgin.




