Á samgongufundi í morgun verður uppskot frá fíggjarmálaráðnum um at ognartaka frítíðarlønina, lagt fyri samgonguna. Sum skilst er ætlanin at útgjaldið frá feriulønini í ár – ístaðin fellur til landskassan. Baði fíggjarmálaráðharrin og formaðurin í fíggjarnevndini halda at uppskotið er skilagott
– Vit kunnu ikki bara lata standa til meðan inntøkurnar hjá landskassanum minkað í stórum, sigur formaðurin í fíggjarnevndini viðmerking til Norðlýsið.
Tað hevur hjá mongum verið hæddarpunkti á árinum tá feriulønin vanliga var útgoldin tann 1. mai, men um semja verður á samgongufundinum í tinganesi í morgun, so fellur øll feriulønin í inniverandi árið til landskassan.
– Vit mugu øll lyfta í felag og at lata landskassanum feriulønina hetta eina árið er eitt rímiligt offur og vit eru noydd at fyrihalda okkum til fíggjarliga veruleikan hjá landskassanum, sigur fíggjarmálaráðharrin í stuttari viðmerking.
Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá verkamannafelagnum – men eingin vil koma við viðmerkingum.
Sum skilst hevur samgongan longu fingið eina avtalu við flestu fagfeløgini.
Samgongufundurin verður í morgum – mikudagin tann 1/4-2009




