Frá Norðoya Sambandsfelag: Við m.a. stuðli frá samgongufólki úr norðoyggum – er ætlanin hjá samgonguni at skerja fiskidagarnar hjá húka- og línuflotanum 20%
Fiskiflotin í norðoyggum hevur avgerðandi týnding fyri livilíkindini í økinum og tá myrk skýggj eru at hóma nógvastaðni í samfelagnum er umráðandi – at politiska skipanin dugir sær hógv og ikki viðvirkar til at gongdin gerst katastrofal.
Tað er staðfest at Fiskidagaskipanin sjálvregulerandi – tí tá minni er at fáa liggja bátarnir – tí tá loysir seg ikki at fiska.
Vísindaliga ráðgevingin hevur lítið trúvirði og er meira at kallað git – og byggir neyvan á visund.
Ein niðurskurður í fiskidøgunum uppá heili 20% er katastrofalur fyri tey, sum liva av fiskinum – og stórar partar av samfelagnum!
Eingin ivi er um at hetta verður eitt álvarsligt bakkast fyri serliga húka- og línuflotan.
Tí kemur ætalanin hjá landsstýrinum at raka meint í norðoyggjum og heitað vit tí á allar góðar kreftir um at verja livilíkindini hjá fiski- og veiðumanninum og teimum mongu familum í norðoyggum og kring um landið, sum beinleiðis og óbeinleiðis liva av tilfeinginum úr havinum.
Norðoya Sambandsfelag hevði vantað at øll løgtingsumboð í norðoyggjum stóðu saman í hesum málinum – men vit kunnu staðfesta at serliga umboð Tjóðveldissins í vinnunevnd løgtingsins stuðlar fult og heilt ætlanum hjá landsstýrinum.
Í dag eru so samráðingar við Sjálvstýri – og gongur sum løgmaður ætlar – verður lagnan hjá húka- og línuflotanum avgjørd í dag ella í morgin.
Ágangurin á fiski- og veiðufamiljurnar er øðiligur í løtuni – tí heitir Norðoya Sambandsfelag á allar góðar kreftir – tvørtur um politisk mørk – um at standa saman um menning av øllum økjum í landinum.
Fiskivinnan er hornasteinurin undir hesari menning – og sindrast hon – er lívsgrundarlagið undir lokalsamfeløgum burtur.
Norðoya Sambandsfelag
Klaksvík
10. august 2008




