Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan bíðar eftir Løgmanni

John William Joensen

Landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, harmast um at eingin samgongufundur hevur verið um tunnilsmálini. Hon avsannar at hava latið fjølmiðlunum innlit í uppleggið

– Lat meg gera púra greitt at eg havi ikki latið nakað til fjølmiðlarnar.

– Tað er eisini skeivt, tá sagt verður at eg havi gjørt eitt upprit, tí talan er meira um eitt upplegg til kjak, sum skal leggjast fyri samgonguna.

– Hetta uppleggið var klárt fyri tveimum vikum síðan og meiningin var at vit fyrst skuldu hava ein landsstýrisfund um málið og síðani ein samgongufund.

– Av einari ella aðrari orsøk valdi løgmaður at útseta samgongufundin og sostatt er bert landsstýrið kunnað um uppleggið.

– Eg haldi tað vera sera óheppið at samgongufundur ikki hevur verið og tí standi eg spyrjandi yvir fyri útsøgnunum hjá John Jóhannesen í Degi og Viku fríggjakvøldið.

Gerhard spælt við opnum kortum
Bjørt Samuelsen tekur ikki undir við teimum, sum siga at Gerhard Lognberg er ein trupuleiki hjá samgonguni.

– Hann hevur alla tíðina spælt við opnum kortum og hevur gjørt púra greitt hvar hann stendur.

– Tað er eisini tí at eg havi glett meg til at kjakast við samgonguna um tunnilsmálini. Persónliga trúgvi eg at vit høvdu duga at funnið eina semju, men enn hevur so eingin fundur verið.

– Eg haldi eisini at vit áttu at gjørt eina semju, sum var breiðari enn bara samgongan – tá tað kemur til tær størstu útbyggingar á samferðsluøkinum.