ODDAGREIN – NORÐLÝSIÐ: “Tað, sum vendi niður, vendir upp”, verður ofta sungið, tá vit føroyingar eru í veitslulag.
Uttan at vit hóma nakað veitslukent viðvíkjandi politisku støðu Føroya í dag, sýnast orðini kortini væl at lýsa dagsins politiska veruleika.
Grundgevingarnar hjá fyrrverandi løgtingsformanni og tá- og núverandi løgmanni, fyri at skipa landið í eitt valdømi vóru, at nú skuldi hugsast um javnstøðu, kvinnurnar skuldu framat og løgtingið kundi og skuldi nú føra "landspolitikk".
Bleytu virðini skuldu í hásætið: Almannaverk, Sjúkrahúsverk, Skúlaverk, altjóða Granskingarpark og altjóða Fróðskaparsetur. Júst so, sum einsamalli sjálvstýrismaðurin á tingi so mangan hevði lagt dent á, var landið so væl samanbundið, at ikki var neyðugt við fleiri útbyggingum av tí harða slagnum, so sum vegir, havnir og tunlar. Lokalmerkta niðurstøða hansara tyktist vera, at fingu vit bert ein Skálafjarðartunnil, so nýttist Føroya løgting nú einans hugsa um bleyt virði og vælferð, – undirforstaðið í miðstaðarøkinum inkl. Runavík.
Somuleiðis var greitt, at høvuðsvinnu okkara var ikki neyðugt at hugsa so nógv um longur, tí hægra útbúgvingin við bachelorum, mastarum og ikki minst altjóða granskingin í Føroyum fór at geva okkum nógv fleiri bein at standa á og vildi skapa landskassanum fleirfaldar milliardainntøkur, bert vit fylgdu útskrivaðu reseptini.
Nú, høvuðsvinna okkara liggur í andaleypi, skipini fyri stóran part svínabundin, flakavinnan í støðum niðurløgd og í øðrum um at steðga upp, er samgongan ein stór babylonsk fløkja viðvíkjandi tí at finna loysnir. Full semja tykist kortini vera um, at vinnuna skal tað almenna ikki blanda seg uppí. Hon skal vera 100% marknaðarregulerað. Landsbankastjórin, sum framvegis mælir til einskiljingar og at føroyingar keypa enn fleiri partabrøv, hóast nógv av ringum royndum vilja sleppa av við síni, nikkar samtykkjandi : "Vit tola væl eina enn harðari kreppu. Hon rakar bara lokalt, úti í økjunum, men er ongin ólukka fyri landið," undirforstaðið miðstaðarøkið. Og hvat so, hann er ikki politikari, men hvat ger landspolitiski myndugleikin fyri at bøta um hjá teimum fleiri hundrað, sum í mánaðir hava gingið arbeiðsleys úti í økjunum?
Hesum samfelagsskaðiliga, nalvaskoðandi hugburði hava m.a. vit ávarðað ímóti. Nú, landið er eitt valdømi, krevja vit, at landspolitikkur røkka okkum øll. Útjaðaraøkini eru við í eindini, hóast landsbankastjóri og landsstýrið eftir øllum at døma hava aðra uppfatan, og onkur úr leiðandi samgonguflokkinum sogar dittar sær at siga, at kommunalu valini ikki eiga at vera politisk longur – ein genial loysn fyri landspolitiskt ábyrgdarloysi, men lítið virðiligt.
Lítil uggi man vera í at skoða bleytu virðini, sum fara við mestu orkuni hjá landsstýrinum. "Serligur tørvur" til veikastu næmingarnar í fólkaskúlanum verður nú skerdur við 30% .
Sjúkrahúsini skulu spara 30 milj. kr. restina av árinum, meðan leiðslan á landssjúkrahúsinum, ikki før fyri at handla uttan at spyrja landsstýrismannin, framvegis ikki fær skil á peningaslúkandi landssjúkrahúsið. Sjálvsagdi kritikkurin í dagspressuni hevur ført til eljustríð millum tveir av samgonguflokkunum um, hvør man vera "hentasti idioturin" fyri hvønn.
Sjúkrahús í Danmark, væl størri enn okkara lítla landssjúkrahús, klaga um, at tey fáa ikki læknar, men eru noydd at taka vikarar, sum kosta upp til 190.000 kr. um mánaðin. Læknatrotið er stórt í londum uttan um okkum. At loysnin á læknatrotinum á landssjúkrahúsinum skal vera at niðurleggja smærri sjúkrahúsini, sum hóast alt rigga, er heilt burturvið. Flestu læknar í dag hugsa um sína karrieru og samlast, har dugnaligastu serfrøðingarnir eru við sínum sergreinaviðgerðum. Hetta kann okkara landssjúkrahús, við vánaligasta úrslitinum í nøgdsemiskanningini, neyvan nakrantíð kappast við. Tað hevði tí verið eitt fatalt mistak at skert smærri sjúkrahúsini í Føroyum og enn ein politiskur lúsingur til fólk uttan fyri miðstaðarøkið.
Formaðurin í triðja samgonguflokkinum, nýklækti uttanríkisráðharrin, sýnist leysur av kreppum og heimligum klandri. Hann flýgur oman fyri politiskt babylonsku fløkjuna í sínum meira abstrakta arbeiði, at eftirkanna gjørdar sáttmálar (hjá løgmanni) og finna tøkar umboðsstovur, sum liður í stríðnum at slóða fyri skipaðum viðurskiftum við umheimin, skuldi loysingin knappliga gjørst aktuel. Ábyrgdini fyri politiskt dugnaloysi á heimamótinum stendur løgmaður einsamallur við, og ábreiðslurnar frá bæði andstøðu og samgongu tróta ikki. Hetta kann neyvan undra, nú nógv av tí, sum vendi niður, vendir upp.




