Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan fangað á einum síðuspori

John William Joensen

Hóast uppboðsøla av veiðurættindum ikki er partur av samgonguskjalinum, so hevur tað eydnast seráhugamálum at gera hetta til eitt samgongumál, sum skal trýstast gjøgnum løgtingið uttan at hoyra vinnuna og áðrenn arbeiði at gera ein nýggjan fiskivinnupolitikk er byrjað.

Hóast uppboðsøla av veiðurættindum ikki er partur av samgonguskjalinum, so hevur tað eydnast seráhugamálum at gera hetta til eitt samgongumál, sum skal trýstast gjøgnum løgtingið uttan at hoyra vinnuna og áðrenn arbeiði at gera ein nýggjan fiskivinnupolitikk er byrjað.

Tí var heldur ikki løgið at rok varð í Javnaðarflokkinum og endin var at suðuroyar tingmennirnir fingu eina avtalu, sum teir møguliga fara at góðtaka. Sum Norðlýsið skilir ivast teir framvegis í at atkvøða fyri uppskotinum hjá landsstýrinum, og hóast løgmaður hevur boða frá at javnaðarflokkurin fer at standa saman – so eru sterkar ábendingar um at Javnaðarflokkurin stendur ikki saman.

Tað sum eftir er av ætlaðu broytingunum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boða frá og roynir at noyða samgongulimir at samtykkja í løgtinginum, er uppboðssøla av rættindum í Barentshavinum. Hetta vísir samstundis hvussu lítið arbeiðspláss í Eysturoynni og Norðoyggjum hava at siga í samgonguni. Eingin kritisk rødd at hoyra í løgtinginum nú stór virðir verða tikin frá norðoyingum.

Landsstýri útlutar politiskt

Dømi: Umleið helvtin av kvotuni í Barentshavinum, sum man politiskt nú hevur avgjørt skal seljast hægstbjóðandi, hevði sambært søguligum rættindum verið fiskað av skipum hjá JFK samtakinum. Nú noyðist JFK at kappbjóða við m.a. Thor um hesa kvotuna. Vinnur JFK hesa kapping er vandi fyri at Sundaberg fiskar keyptu tonsini við undirskoti. Samstundis kunnu samgongulimir tá fegnast um at landskassin fekk nógvar pengar.

Ímyndað vit okkum at Thor vinnur hesa kappbjóðing, so hava hósvíkingar vunnið sær rættindi í Barentshavinum. Sostatt er greitt at talan í veruleikanum er um eina politiskt stýrda flyting av arbeiðsplássum og tað er longu greitt at stór kapital áhugamál trýsta politisku skipanina at fáa uppboðssøluna samtykta í løgtinginum.

Rættindi í Barentshavinum hava stóran týdning og tí er eingin ivi um at fleiri longu hava gjørt aliansur tvørtur um landamørk fyri at standa klár tá kioskin hjá Høgna Hoydal letur upp.

At politikarar so altráðir vilja hava hetta málið at verða eitt samgongumál og harvið binda alla samgonguna er sera trupult at skilja. Bólkurin, sum skal finna semju um nýggjan fiskivinnupolitikk, er ikki mannaður enn og at politiska skipanin í óðum verki ætlar at taka frá teimum sum hava søgulig rættindi í Barentshavinum – má metast ájavnt við ognartøku.

At kallað hesa uppboðsølu fyri eina roynd er óskiljandi, tí landsstýrið sum í dag situr var partur av makrelsamgonguni, sum seldi føroysk fiskirættindi til kinverjar – so har er nóg mikið at eftirmeta.

Samgonguskjalið

Tað er út av lagið vánaligt politisk handverk, tá Føroya Løgmaður hevur tikið allar samgongulimir til fanga í einum málið, sum als ikki er nevnt í samgonguskjalinum.

Tað sum samgongan hevur bundið seg til er: ….. Ein grundleggjandi nýskipan av fiskivinnuni verður millum høvuðsmálini hjá samgonguni. Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Meginreglan er, at vinnan skal virka eftir marknaðartreytum.

At Høgni Hoydal longu á nýggjárinum ætlar at lata upp kiosk á Vaglinum við viðurættindum úr Barentshavinum, vísir at sterk kapital áhugamál eru farin at ótolnast.