icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan fer neyvan at fylgja tilmælinum frá fiskifrøðini

John William Joensen

Tilmælini frá fiskifrøðini eru alt ov ógvuslig til at verða ein politiskur møguleiki, siga samgongulimir sum Norðlýsið hevur tosað við.

Fiskirannsóknarstovan skrivar í tilmæli sínum at sera lítið er til av toski, gýtingarstovnurin á landgrunninum er tað minsta, hann hevur verið síðan 1961, og hevur hann alla verju fyri neyðini; sama kann sigast um toskin á Føroyabanka. Hýsustovnurin minkar skjótt, og veiðutrýstið fyri upsa er í hægra lagi. Neyðugt er við skerjingum av veiðutrýstinum, men ikki er neyðugt at skerja allar skipabólkar líka nógv. Mælt verður til at friða ein hóp av økjum samstundis sum stórar skerjingar verða framdar í fiskidøgunum.

Politiskar útmeldingar
Oman á hesum koma politisku útmeldingarnar frá Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum.

Hann hevur sagt at hann fer at fylgja tilmælinum frá fiskifrøðingunum og harafturat mælir hann til at landsstýrismaðurin og ikki løgtingið skal áseta talið á fiskidøgum.

Teir samgongulimir, sum Norðlýsið hevur tosað við, siga at tað er neyvan politisk undirtøka fyri so ógvusligum inntrivum, sum fiskirannsóknarstovan og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mæla til.

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið høvdu verið álvarsligar um tilmælini vóru fylgd og nú krepputekin eru á luftini. Meira umráðandi er at politiska skipanin ikki ger nakað, sum kann loypa kvøkk á fólk og harvið beinleiðis skapa eina kreppu, er niðurstøðan, sum fleiri samgongulimir eru komnir til.

Ein katastrofa fyri føroyska samfelagið
Fólk í fiskivinnuni ivast ikki í at um tilmælini frá fiskifrøðingunum verða fylgd so verður tað ein fíggjarlig katastrofa fyri føroyska samfelagið.

Tað fyrsta, sum hendir er at allir húkaflotin ferð fyri bakka.
Harafturat verður tað eina sera stórur inntøkumissur hjá land og kommunum og tað fer at raka eitt økið sum norðoyggjar sera meint.

Møguleikarnir at fáa fígging/umfígging ella at økja aktivitetin í samfelagnum verða sera avmarkaðir og tí fara vit at uppliva eina kreppu í fiski- og í øðrum vinnum.

Fyrst í 90-unum valdu politikararnir ikki at lurta eftir fiskifrøðini og rætt gjørdu teir. Vit fingu framburð í samfelagnum sum vit sjáldan hava upplivað áður.

Fiskivinnan hevur stórar uppgávur at loysa
Tað er "inn" í føroysku høvuðsstaðarmiðlunum at dyrka frøðina og tí er stórur vandi fyri at politikarar, sum frá líður ikki longur fara at lurta eftir vinnuni.

Ert tú fiskimaður – so er tú ómenntaður og hálvur bandittur – tí tú drepur fisk – tykist verða reyði tráðurin í høvuðsstaðar mentanini. Pláss er ikki fyri fiskivinnuni í almenna rúminum – men lítil ivi man verða um at tað verður svangligt í "almenna rúminum" fer fiskivinnan fyri bakka.

Hinvegin so hevur fiskivinnan sjálv duga sera illa at laga seg til tað, sum ungdómurin í dag ynskir sum lívsstarv.

At verða størsta partin av árinum úti á havinum og ikki vita nær ein kann roknað við frídøgmum er ikki nakað, sum ungdómurin í dag ynskir.

Tá kreppan var fyrst í 90unum stóð hópin av ungum skipsmonnum klárir at keypa skipini fyri at sleppa aftur til fiskiskap – men hetta er broyt og áhugin at keypa skip neyvan so stórur sum hann var fyri 20 árum síðan.

Skal føroyskur ungdómur í framtíðin manna føroysku fiskiskipini er neyðugt at arbeiðsviðurskiftini eru betur enn hjá teimum sum starvast á landi. Fastar arbeiðstíðir og føst løn er vegurin fram – men hetta verður ein stór byrða hjá smáu fiskieindunum at lyfta.

Eingin vil hava verri arbeiðsumstøður enn ein annar – heldur ikki fiskimenn – og verður hetta ein av stóru uppgávunum sum vinnan sjálv verður noydd at loysa.

Harleywoodpaint