Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan í tungum sjógvi

John William Joensen

Vit hava roynt at fingið viðmerkingar til politisku støðuna frá samgongulimum men tað hevur ikki eydnast. Tó hava tinglimir einki ímóti at tosað uttan fyri referat og tað er eftir hesar samrøður at hendan grein/hugleiðing er skrivað. Flestu samgonulimir halda at tað ber til at finna eina loysn á Tunnilsmálinum, men samstundis tykjast fleiri verða meira enn ivasamir um framtíðina hjá Kára P. Højgaard sum landsstýrismanni í Innlendismálum.

Vit hava roynt at fingið viðmerkingar til politisku støðuna frá samgongulimum men tað hevur ikki eydnast. Tó hava tinglimir einki ímóti at tosað uttan fyri referat og tað er eftir hesar samrøður at hendan grein/hugleiðing er skrivað. Flestu samgonulimir halda at tað ber til at finna eina loysn á Tunnilsmálinum, men samstundis tykjast fleiri verða meira enn ivasamir um framtíðina hjá Kára P. Højgaard sum landsstýrismanni í Innlendismálum.

Hóast Jenis í nátt eftir øllum at døma hevur melda seg út úr ABDH samgonguni so tykist restin av samgonguni verða intakt hóast tað frá andstøðuni og frá stórum skara av fakfeløgum enn einaferð verður lagt nógv fyri at ávirka politisku støðuna.

Samgongan bíðar eftir hvørja niðurstøðu Løgmaður kemur til í samband við handfaringina av tunnilsmálinum í Innlendismálaráðnum, men tað er greitt at tað eru fá í samgonguni sum rokna við øðrum enn at løgmaður ferð at loysa Kára P. Højgaard úr starvið.

Men uppgávan hjá Løgmanni er samstundis at finna eina gongda leið í tunnilsmálinum og tá vit tosaðu við ymisku partarnar í samgonguni seinrapartin í gjár og seint gjárakvøldið var niðurstøðan at tað er politiskur vilji at finna eina loysn á tunnilsmálinum, men at uppskotið hjá landsstýrinum má tillagast.

Tað er neyvan sannlíkt at verandi samgonga samtykkir eina almenna íløgu í Skálafjarðatunnilin men tað er heldur ikki meiriluti aftanfyri tað privatu tunnilsloysn sum liggur á borðinum.

Tá Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm boðaðu frá at teir ikki tóku undir við privatu loysnini sum Innlendismálaráðið hevði samráðst seg fram til bleiv ætlanin um Skálafjarðatunnilin aftur tvinnað saman við eini loysn á Sandoyartunnlinum í eini roynd at fáa undirtøku frá pørtum av andstøðuni. Men tað at tvinna Sandoyartunnilin og Skálafjarðatunnilin saman aftur kom illa við hjá pørtum av samgonguni sum framvegis halda uppá at her er talan um tvey ymisk mál. Men so er spurningurin um Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum vil góðtaka ein loysn á málinum um tunnil um Skálafjørðin um ikki okkurt konkret hendir við Sandoyartunnlinum samstundis.

Hóast stórur partur av løgtinginum heldur at Skálafjarðatunnilin er ein búskaparliga góð loysn fyri samfelagið – so tykist verða greitt at tað verður ikki við sitandi samgongu at tað almenna ferð at brúka hundratals milliónir krónir í eina farleið undir Skálafjørðin. Tað hava baði løgmaður og aðrir samgongulimir verði úti og sagt. Hinvegin tykjast ymisku partarnir í samgonguni verða til reiðar at tosað um eina privata loysn- men meiriluti er ikki fyri tí loysn sum Innlendismálaráðið hevur samráðst seg fram til.

Forkvinnan í Rættarnevndini hevur boða frá at nevndin bíðar við at viðgera tunilsmálini sum liggja í nevndini til løgmaður er liðugur at samskifta við Innlendismálið. Løgmaður hevur gjørt greitt at hann kemur vantandi til eina politiska niðurstøðu fyrst í komandi viku og áðrenn tað verður samgongan neyvan kallað saman at viðgera eina loysn á tunnilsmálinum.

Samstundis er greitt at andstøðan loddar dýpið fyri at leggja fram misálit á Løgmann – men tað verður ikki gjørt uttan at leiðararnir í andstøðuni hava trygd fyri at hetta far undirtøku í løgtinginum.

Tað er eingin loyna at fyri fólkið í suðurøkinum hevur Sandoyartunnilin nógv størri týdning enn ein farleið afturat inn á Skálafjørðin og verandi fíggjarkarmar taka hædd fyri einum komandi Sandoyartunnli – hetta hevur løgtingið longu samtykt. Flestu politikarar eru eisini samdir um at tað er at gera sandingum og suðuroyingum órætt um tað almenna nú bindir seg til eina milliarda íløgu í Skálafjarðatunnilin – tí so merkir hetta væl at Sandoyartunnilin kemur ikki tey næstu mongu árini.

Tað er eingin loyna at samgongan siglir tungan sjógv í løtuni, men samstundis kunnu vit staðfesta at um samgonguleiðararnir hava neyðugt politiskt arbeiðslag – er framvegis møguleiki fyri eini loysn á tunnilsmálinum – men so skal arbeiðast skjótt og hart – í øllum føri koma politisku evnini hjá Løgmanni og hinum samgonguleiðarunum at standa sína roynd.

Tað stendur nógv uppá spæl – so tað er heldur ikki ósannlíkt at løgmaður verður noyddur at skrivað út val – men spurningurin er so um eitt val í úrtíð fer at loysa nakað sum helst. Tí tá verður støðutakan til stóru samferðslu verkætlanar útsettar til eina komandi samgongu og tað verður ikki minni trupult eftir eitt hart og lemjandi valstríð – sum eftir øllum sólarmerkjum fer at seta landspartar upp móti hvørjum øðrum tá tunnilsmálini verða høvuðs evni.

Um andstøðan far undirtøku fyri einum misálitið á løgmann so er skipanin soleiðis at løgmaður kann bróta tingviðgerina av og sjálvur útskrivað val – og harvið varðveitir rættin at samráðast um nýggja samgongu eftir at eitt møguligt løgtingsval hevur verið.

Vit velja politikarar til at fáa nakað av skafti – og tí er neyðugt at tingfólk eru somikið at sær komin at tey finna loysnir á politisku málunum. Tað verða altíð fólk sum halda at eitt betri samferðslukervið til ymisku økini í landinum er óneyðugt – tað minnast vit best frá ódnarveðrinum sum stóðst av tá Vága- og Norðoyatunnilin vóru til viðgerar á løgtingið – og hesin undirstreymur kennist týðuliga eisini í omanfyri umrøddu málum.