Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, sigur at samgongan ferð at hava ein fund áðrenn býráðsfundin í kvøld har málið um hvørt býráðið skal loyva borgarstjóranum at taka sæti á løgtingið verður viðgjørt einaferð enn.
Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, sigur at samgongan ferð at hava ein fund áðrenn býráðsfundin í kvøld har málið um hvørt býráðið skal loyva borgarstjóranum at taka sæti á løgtingið verður viðgjørt einaferð enn.
Tað hevur verið ikki sørt av kjakið í miðlunum og serliga í sosialu miðlunum um tað er rætt at borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim, skal baði verða borgarstjóri og løgtingsmaður.
Sjálvur hevur borgarstjórin sagt at hann gav lyfti til veljararnar um at hann aftur skuldi taka sæti á tingið, men sum skilst eru samgongulimir í býráðnum ikki samdir við borgarstjóran og Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, heldur at tað er sera óheppi at Jógvan Skorheim hevur avgjørt at taka sæti á løgtingið.
– Sum eg skilji so eru fleiri í samgonguni sera ivasom um tað er rætt at loyva borgarstjóranum at taka við starvinum sum løgtingslimur, tí tað eru fleiri stór mál fyri framman sum vit skullu fremja í hesari setuni.
– Persónliga haldið eg tað verða sera óheppið og eg kann siga so mikið at eingin avtala er í samgonguni um at loyva borgarstjóranum eisini at røkja fulltíðar tingsess. Men spurningurin er um vit kunnu ganga við til at loyva honum í eitt avmarka tíðarskeið – fram til jóla – at røkja bæði størvini, men hetta kemur illa við tí fleiri stórmál eru sum vit arbeiða við í løtuni og m.a. skal kommunan yvirtaka eldraøkið, sigur Steinbjørn O. Jacobsen í morgun.
Spurningurin um hvørt borgarstjórin skal sleppa at røkja løgtingsarbeiðið og borgarstjóraarbeiðið samstundis verður viðgjørt á almenna býráðsfundinum í kvøld kl. 17:30 og sum skilst ferð minnilutin í býráðnum at atkvøða ímóti.




