Á samgongufundi í morgun var játtanin til havnina í Skúvoy strikað, men sum plástur á sárið játtaði samgongan at byggja ein ítróttarhøll á Sandi fyri umleið 15 til 20 mill. kr.
Frá álítandi keldum frætta vit at samgongan á fundi í morgun samtykti at játta pening til nýggja ítróttarhøll á Sandi.
Ætlanin er at landið ber allan byggikostnaðin meðan kommunurnar í oynni skulu taka sær av rakstrinum.
Sum vit skilja so gekk kjakið í samgonguni í morgun út uppá tað at íløgan í Havnina í Skúvoy var ein sera stór íløga sum fá fingu ágóðan av meðan ein ítróttarhøll í Sandoynni kostaði munandi minni men sum mong fáa ágóðan av.
Kostnaðurin fyri eina ítróttarhøll liggur í dag millum 15 og 20 mill. kr. og sum skilst verður tað landið sum ber allan byggikostnaðin meðan kommunurnar í oynni skulu taka sær av rakstrinum




