Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan samd um kósina fram móti politiskari semju um fiskivinnupolitikkin

John William Joensen

Løgmaður váttar at bólkurin sum varð settur at finna eina semju um fiskivinnupolitikkin hevði ein sera jaligan fund í gjár har ein arbeiðsskrá var løgd fram sum sigur hvussu arbeiðast skal fram móti eini semju. Og fyri fyrstuferð síðan bólkurin varð settur luttóku flokksformennirnir í bólkinum og niðurstøðan hjá løgmanni er at ein semja verður klár í februar.

Umframt tvey umboð fyri hvønn samgonguflokk var serligi politiski bólkurin hjá samgonguni sum arbeiðir við at finna semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin eisini mannaður við formonnunum í samgongu flokkunum.

Vit tosaðu aftur og fram um ymisku spurningarnar og samdist um eina arbeiðsskrá um hvussu vit arbeiða fram móti einari semju. Eisini sleppur andstøðan at verða við í eini semju, men fyrst skal samgongan finna síni bein at ganga á.

Eg eri sannførdur um at vit finna eina semju sum er klár at leggja fyri politisku skipanina í februar, sigur løgmaður og hann leggur afturat at tey sum manna serliga fiskivinnubólkin eru samd um at semja skal finnast.

Harleyfacadeacryl