Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan skal viðgera tað órógv sum hevur verið seinastu tíðina

John William Joensen

Fyri løtu siðan váttar næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, at flokkurin á fundi hevur viðgjørt støðuna og hevur avgjørt at heita á Løgmann um at viðgera málið á samgongufundi. Og løgmaður váttar at samgongufundur verður í komandi viku.

Eftir fund í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum har landsstýrismanningin eisini er umboða er greitt at flokkurin stuðlar ikki einum misálitið á landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Løgmaður sum er á veg heim úr Íslandi sigur í stuttari viðmerking at hann ferð at kalla saman til samgongufund í komandi viku at viðgera tey mál sum seinastu tíðina hava skapt eina ávísa øsing.

– Vit fara at umrøða tað sokallaða tollmálið og eisini málið um hvussu vit á bestan hátt umsita fiskiríkidømi. Sostatt sleppa øll í samgonguni at viðgera og umrøða hesi mál sum seinastu tíðina hava elvt til ávíst orðaskifti.