Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan slepp ikki at viðgera uppskot um fiskivinnu nýskipan í kvøld

John William Joensen

Fyrst staðfesti løgtingsformaðurin, at eingi tilmæli vóru komin og tí høvdu tingbólkaformennirnir í samgonguflokkunum savna saman 17 undirskriftir og harvið hevði onnur viðgerð verið í kvøld. Men andstøðutinglimir gjørdust rættiliga skakkir av fráboðanini frá løgtingsformanninum. Teir gjørdu vart við at álitið frá nevndini varð skivað og tí einki grundarlag fyri at atkvøða málið aftur í tingið.

Og andsstøðulimir ákærdu samgonguna og serliga løgtingsformannini fyri at hava ætlað at gjørt eina fintu í tinginum, soleiðis at viðmerkingarnar hjá Vinnunevndini ikki høvdu fylgt málinum til aðruviðger.

Endin var at tingformaðurin legði fundin niður og tá fundurin varð uppafturtikin tveir tímar seinri, vóru álitini løgd fram.

Løgtingsformaðurin lýsti tingfund at verða mikudagin.

Tað vóru fleiri atfinningarsamar røddir í tinginum í dag, sum søgdu tað verða fullkomiliga burtur við at Føroya Løgmaður og onnur týðandi landsstýrisfólk vóru í summarferiu uttanlanda, meðan so týðandi mál, sum viðgerðin av einari nýggjari fiskivinnunýskipan, var í løgtinginum.

Tilmælini kunnu lesast her

Harleyfacadeacryl