Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan slept endanum

John William Joensen

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, sigur í morgun at hann hevur slept vónini um at nøkur nýskipan av fiskivinnuni verður framd áðrenn valið. Eg havi fleiri ferðir verði sannførdur um at vit í samgonguni høvdu eina semju, men í morgun er greitt at samgongan megna ikki at semjast um eina nýskipan av fiskivinnuni.

Eg havi ongantíð væntað at andstøðan fór at verða áhugað í at finna eina semju undan valinum og hetta havi eg fingið staðfest. Tað er nú einaferð soleiðis at tá samgongan ikki er før fyri at finna eina semju um eitt so týdningarmikið mál – gevur tað onga meining at halda fram við arbeiðinum at fáa neyðugu lóggávuna framda.

Løgmaður hevur boða frá at hann fer at kalla inn til samgongufund, men enn er einki sent til hoyringar og eingin fundur ásettur, og tíðin rennur skjótt undan okkum.

Eg farið av landinum í morgin í arbeiðsørindum og verði burtur í eina viku, men fyri tað kann samgongan halda fund. Men eg má bara staðfesta at sjálvur trúgvi eg ikki longur uppá at møguligt er at finna semju á hesi vaktini. Men í løtuni liggur bólturin hjá Løgmanni og Sambandsflokkinum.