Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan vil ikki bjóða út alment arbeiðspláss

John William Joensen

Sum Norðlýsið skilir, hevur staðist rok av valið av løgtingsins umboðsmanni, Sólju í Ólavsstovu.

Sum Norðlýsið skilir, hevur staðist rok av valið av løgtingsins umboðsmanni, Sólju í Ólavsstovu.


Í Danmark kann umboðsmaðurin ikki sita í fleiri enn í tíggju ár.

Sum Norðlýsið skilir, hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin lagt upp til, at løgtingsins umboðsmaður verður lýst leyst so onnur fáa møguleikan at royna seg. Men hetta hevur hevur fingið øði í samgongulimir. Samgongan vil nevniliga hava, at Sólja í Ólavsstovu skal sleppa at halda fram, hóast hon hevur sitið í tvey skeið.

Samgongan hevur annars rópað upp um, at tað skal vera gjøgnumskygni í skipanini og at øll skulu sleppa framat – vit síggja bara í fiskivinnuni. Men tað er helst ein onnur støða, tá ið talan er um almenn størv í Havnini.

Sum støðan er í løtuni kann tað henda, at løgtingsins umboðsmaður kemur at halda fram við smølum stuðli frá samgonguni og Sjálvstýrisflokkinum. Tað er sera margháttligt, tá ið Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.