Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongu møguleikar

John William Joensen

Í hesum døgum og tímum verður dúgliga práta og samráðst um samgongu í býrðnum. Samgonguflokkarnir, sum hava sitið við valdið í býráðnum hava góðan hug at halda áfram.

Í gjárkvøldið segði Steinbjørn O. Jacobsen at samráðingarnar gingu framá og at samgongan hevði hug at gera sær góðar stundir at snikka saman arbeiðissetningin.
Men tað skilst á øllum brøgdum, at serliga Torleif Sigurðsson er ivasamur um, um tað er rætt at halda áfram vit gomlu samgongu. Hann undirstrikar í hvussu so er fyri Norðlýsinum á internetinum mikukvøldið, at samgongan hevur mist nógv við Karl Hera Joensen og Hilmar Danielsen.
Harafturat var Kristian Fríðrik Olsen eisini ein samarbeiðispartnari hjá samgonguni í býráðnum seinast og um gamla samgongan heldur áfram, so kann neyvan roknast við Kristiani.
Hinvegin skilst á Torleifi at hann hevur ilt við at fara saman við pørtum av Fólkaflokkinum, so áhugavert verður at síggja hvussu komandi samgongan í býráðnum verður snikkað saman.
Tað, sum ongin enn hevur nevnt, kann eisini fara at henda, nevniliga at Torleif Sigurðsson velur als ikki at fara í nakra samgongu. Um so verður, eru fleiri aðrir samgongumøguleikar.
Óváttað tíðindi siga at fólkaflokkurin skal hava boðið Eyðgunn Samuelsen borgarstjórasessin í eini samgongu, men hetta ljóðar ikki sum nakar møguleiki, tá er kanska størri møguleiki fyri, at Fólkaflokkurin skipar samgongu saman við teimum báðum smáu flokkunum ella eisini teir smáu flokkarnir saman við Tjóðveldisflokkinum.
Tosað hevur eisini verið um eina samgongu tvørtur um flokksmørk. Hetta tosið kemur helst av at væntandi álit er ímillum innvaldu fólkini og tí skal "tað frægasta" pilkast burturúr. Men hetta verður helst ein ómøgulig uppgáva.
Tað at stórt útskiftið hevur verið í býráðslimum ger helst at nógv er hjá "gomlu" politikarunum at hugsa um.

Harleywoodpaint