Hóast fyrsta viðger av uppskotinum um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavninum í 2016, sum m.a. inniheldur uppboðsølu av veiðirættindum var í meira enn fimm tímar, luttóku samgongulimir úr Norðoyggjum als ikki í orðaskiftinum í løgtinginum.

Orðaskiftið var baði hart og áhugavert og m.a. hava tingfólk úr suðuroynni verið sera aktivir í hesum fyri vinnuna sera týðandi málið. Landsstýrismaðurin var noyddur av samgongulimum úr Suðuroy at broyta uppskotið áðrenn tað var lagt fram – men Kristin Michelsen gjørdi greitt at uppskotið var ikki nøktandi so leingi, sum uppboðsøla av veiðirættindum var við í uppskotinum.
Høvuðsstaðarpressan var skjót at kalla mótstøðuna úr Suðuroy fyri ein “trupuleika í Javnaðarflokkinum” men tað er ein lætti hjá vinnuni kring landið at eiga eina rødd, sum ikki tegir.
Umboðini í samgonguni hjá norðoyingum tóku als ikki orði undir viðgerðini – bert spurdi Jónleif Jóhannesen løgmann ein leiðandi spurning og hevði sambært logtin.fo orðið í einans 49 sekund.
Sí video.
Uppskotið er nú í Vinnunevndini.