Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgonguna átti eisini at hugsa um einligar uppihaldarar

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í almannamálum harmaðist í Degi og Viku mánakvøldið um støðuna hjá einligum uppihaldarum og somuleiðis um manglandi vitan og hagtøl um hendan bólkin.

Tjóðveldisflokkurin hevur havt fleiri uppskot á tingi, sum høvdu bøtt munandi um fíggarstøðuna hjá hesum bólki, og uppskot um livikorskanning av hesum bólki. Men hesum hevur tingið felt við viðmerkingum um, at landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum.

Ístaðin fyri samtykkir tingið eitt uppskot fyri og annað eftir, sum vaksa um gjónna. Skattalættin er bara tað kendasta dømi.

Uppskot er fyri í tinginum í løtuni, og er lagt fram av Tjóðveldisflokkinum í eini roynd at fáa ítøkiligan fíggjarligan bata hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum beinanvegin.

Uppskotið, um dupultan barnafrádrátt til einligar uppihaldarar, rakar eftir Tjóðveldisfloksins hugsan bæði sosialt rætt og kann gera veruligan fíggjarligan mun hjá einsamøllum uppihaldarum.

Er talan um einsamallan uppihaldara við lágari inntøku, verður krónuupphæddin í frádráttinum ein lutfalsliga stór broyting í tøku inntøkuni.

Sum dømi kann nevnast, at einsamallur uppihaldari við tveimum børnum undir 18 ár fer at hava
kr. 11.000 krónur afturat, eftir at skattur er goldin. Um inntøkan er 180.000 kr. árliga, samsvarar hetta eini hækking í tøku inntøkuni á 8%. Hetta kundi tí eisini verið plástur á sárið fyri manglandí møguleikan hjá einligum at verða við skattalættanum til tey vælbjargaðu.

Við hesum viðmerkingum verða soljóðandi spurningar settir:

1. fer landsstýrismaðurin at mæla tinginum til at taka undir við uppskotinum um dubultan barnafrádrátt til einligar uppihaldarar
2. Kunnu vit vænta, at landsstýrismaðurin fer at taka uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um livikorskanning til sín og koma við onkrum líknandi?

Annita á Fríðriksmørk