Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongusamráðingar kl. 13:50: Ein nevnd verður sett at kollvelta føroysku fiskivinnuna

John William Joensen

Tað er greitt at bólkurin sum verður settur at evna nýtt uppskot til nýggjan fiskivinnupolitikk far sera lítið rásar rúm og kappingin millum framleiðarar um at fáa atgongd til fiskatilfeingi ferð at harðna. Vit hava fyrrapartin roynt at snikka saman eina greiða mynd av hvat tað er fyri treytir Aksel, Poul og Høgni eru samdir um at seta vinnuni.

Tað er greitt at bólkurin sum verður settur at evna nýtt uppskot til nýggjan fiskivinnupolitikk far sera lítið rásar rúm og kappingin millum framleiðarar um at fáa atgongd til fiskatilfeingi ferð at harðna. Vit hava fyrrapartin roynt at snikka saman eina greiða mynd av hvat tað er fyri treytir Aksel, Poul og Høgni eru samdir um at seta vinnuni. 

Hetta er myndin sum vantandi verður arbeiðssetningur hjá nevndini, ið skal evna nýggjan fiskivinnupolitikk:

Fremsta málið er at staðfesta at alt livandi tilfeingið, sum svimur í sjónum í føroyskum sjóøkið og sum Føroyar hava rætt til á fjarleiðum er ogn Føroya Fólks.

Farast skal frá privatum sølum av fiskidøgum og kvotum yvir til eina almenna sølu.

Tryggjast skal at øll veiða skal førast til lands.

Alt tilfeingið skal um føroyskan bryggjukant.

Fiskur sum veiddur verður skal allur seljast soleiðis at øll virkir hava møguleika at fáa hendur á fiskinum.

Einans feløg sum hava føroyskar eigarar og sum eru skrásett og rinda skatt í Føroyum og har manningarnar fáa hýrur eftir føroyskum sáttmála kunnu fáa veiðiloyvi – (ella sleppa at bjóða uppá fiskatilfeingið um uppboðsøla verður stovnsett)

Formennirnir fara nú kl. 14 at kunna tingbólkarnar.

Sum skilst eru stórar kapitalinteressur sum standa klárar at sleppa framat tilfeinginum og tí hevur lobbyvirksemið verið stórt á Gamla Apoteki

——-

Lýsing Lýs her…

Dagføring kl 11 -Samgongusamráðingar: Ongin kollvelting av fiskivinnupolitikkinum

Formennirnir eru samdir um orðingarnar um fiskivinnupolitikkin men tað er ymiskt hvussu Tjóðveldistingmenn og Javnaðartingmenn á gamla apoteki skilja innihaldi aftan fyri orðingarnar.

Tað er greitt at ein bólkur verður settur av politikarum, fakfólki og umboð fyri vinnuna at viðgera eina nýggja skipan sum er deild í seks punktir.

Men sambært keldum í Tjóðveldi er greitt at øll fiskiloyvi skulu um eina uppboðsølu. Men sambært keldum í Javnaðarflokkinum verða fiskiloyvini uppsøgd í 2018 sum ætlað har man harvið staðfestir yvir fyri lovishavarunum at landið eigur fiskiloyvini. Síðani fáa verandi aktørar í vinnuni útskrivað síni loyvi aftur ella tey fáa gyldi aftur. Fiskiloyvini sum er kvotur og dagar skal bólkurin taka støðu til, men ein partur umleið 20.000 til 25.000 tons skulu so seljast. Men samstundis halda tingfólk hjá Tjóðveldi fast um at uppskotið til arbeiðssetning er orðað soleiðis at einki er til hindurs fyri at alt endar á uppboðsølu um bólkurin sum settur verður verður samdur um hetta.

Tað frættist eisini at Tjóðveldi skal umsita fiskivinnumál og tað liggur í kortunum at tað verður formaðurin, men hetta seinasta skal takast við stórum fyrivarni og er ikki váttað.

 

 Samgongusamráðingar10. september: Yvirtøkur, blokkur og samferðsla

Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi ogFramsókn eru við at koma á mál. Sum skilst er ætlanin hjá komandi samgonguni atyvirtaka útlendingamál, loftrúmið og arvarætt.

Á samferðsluøkinum verður samferðsluætlanin, sum bleivsamtykt fyri nøkrum árum síðani, aftur tikin fram og fylgd. Tað merkir, atHvalbiartunnilin verður gjørdur fyrst. Eisini er ætlanin, at játtanin tilViðareiðistunnilin skal framskundast so, at arbeiði kann halda fram ótarnað,hóast arbeiði er gingið skjótari enn væntað. Harafturat liggur í kortunum, at blokkurinverður frystur eftir, at fráfarna samgongan annars fekk hann prístalsviðgjørdaní farna valskeiði. Tað liggur sum væntað í kortunum, at stóru flokkarnir fáatríggjar landsstýrissessir, meðan Framsókn fær ein.

 

Samgongusamráðingar 10. september: Føðideildin opnar aftur áSuðuroyar Sjúkrahúsi

Samstundis sum samráðingarnar ganga verður arbeitt við atorða samgonguskjali. Semja er um at Heilsuverkið skal hava eina upp raðfestingmen ósemjur eru um innihaldi í orðingunum. Sum skilst merkir hetta m.a. atføðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið letur upp aftur. Eisini verður samferðslanraðfest hægri og sum skilst merkir hetta at Smyril kann sigla fleiri túrar.

Tað stendur um føðingina av nýggjari samgongu men tað skulunógvir smálutir uppá pláss áðrenn klárt er at fara í holt við málsøkjabýti.

Viðvíkjandi føðideildini hava argumentini verið at soleingið fast samband ikki er við Suðuroynna er neyðugt at hava føðideild áSuðuroyar Sjúkrahúsið og sum skilst liggur hetta í kortunum – men kemurvantandi ikki at síggjast í sjálvum samgonguskjalinum.

Avgerðin at sentralisera føðideildina á Landssjúkrahúsinumhevur víst seg at fingið óhepnar fylgir fyri barnakonur í Suðuroynni ogNorðoyggjum. Eitt nú noyðast barnakonur í Suðuroynni at flyta til Havnar undanbarnsburði og í ávísum førum er framvegis neyðugt hjá barnakonum at eiga áSuðuroyar Sjúkrahúsi álíkavæl.

Norðanfyri eru fleir óheppin dømir, m.a. hava barnakonur áttí sjúkrabili á opnum landsvegi.

——–

Samgongusamráðingarnar 10: SEPTEMBER : Fiskivinnan oghjúnarbandi

Fyri tey sum sita og samráðast á Gamla Apoteki eruútsøgnirnar hjá Nýtt Sjálvstýrið ikki til at skilja. Einki uppskot umbroytingar í hjúnabandslógini er á borðinum og um nakað verður nevnt um hettaer semja um at tað stendur samgongulimum frítt at atkvøða eftir egnarisannføring. Tað kemur ikki uppá tal at selja øll fiskiloyvir um einauppboðsølu, men møguleiki er fyri at ein roynd verður gjørd at selja 20.000 til25.000 tons av uppsjóartilfeinginum um eina uppboðsølu.

Hetta svarar til eitt søluvirði uppá næstan hálva milliardum hetta var virka og selt av føroyingum, men sum skilst er hetta eitt krav fráFramsókn. Mett verður at javnaðarflokkurin tekur undir við hesum kravinum,hóast eingin tonsatøl enn eru nevnd í hesum sambandi ella í samgonguskjalinum.

Tað sum stendur fast er at man ynskir ikki at kollveltafiskivinnupolitikkin, men semja er um at seta ein bólk av politikarum og umboðfyri verandi aktørar í fiskivinnuni at finna eina nýggja skipan.

Eisini er greitt at útlendingar framegis sleppa at eiga íFiskivinnuni.

Stemningurin er framvegis góður og vónirnar góðar – men enner málsøkjabýti ikki komið á borið.

——–

Samgongusamráðingarnar 9: SEPTEMBER : Nýtt Sjálvstýri gerbart

Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, sigur í kvøld at flokkurinkundi ikki góðtaka at alt tilfeingið skal takast inn og yvir eitt ávísttíðarskeið og seljast um eina uppboðssølu. Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleystog vit kundu sjálvandi ikki góðtaka hetta, sigur formaðurin í Nýtt Sjálvstýri.

Sum skilst er ætlanin at ein nýggj skipan skal inndraga øllfiskiloyvir, men møguliga verða nøkur fá undantøk, sum m.a. útróðrarflotin.

Inntøku oyggjarnar næstan ikki umboðaðar viðsamgongusamráðingarnar
Nú Nýtt Sjálvstýri er fari úr samgongusamráðingunum, so eru næstan bara fólk úrsuðurstreymoy og longri suðuri umboðað í løgtinginum millum tey 17 valdu.

Flestu inntøkurnar í Føroyum vera skaptar av fyritøkum í antin Klaksvík ella íEysturoynni. Men hesar oyggjar eru nærum ikki umboðaðar millum tey valdu, sumnú sita vit samgongusamráðingarnar.

Tí av teimum 17 fólkavaldu samgongufólkunum, so eru tað bara Eyðgunn Samuelsenog Hanna Jensen, sum búgva norðanfyri Havnina. Tískil er stór slagsíða í,hvussu landið er umboðað við samgonguborðið í hesum døgum.

 

Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER

Fiskivinnupolitikkurin stendur ovast á dagsskránni í morgunhjá samgonguni sum arbeitt verður við at skipað á Gamla Apoteki og stemninguriner eitt sindur meira læstur í morgun.

Man er samdur um at seta ein bólk at samráðast við vinnunaum ein komandi fiskivinnupolitikk men sum skilst eru partarnir ikki heiltsamdir innanhýsis. Tað eru eisini beinleiðis ósemjur millum Framsókn og NýttSjálvstýri sum krevja orku. Í morgun framm móti middegi fara flokkarnir áinnanhýsis fundir og sum skilst er stóri knúturin at finna eina orðing umfiskivinnupolitikkin, so at samgongan megnar at finna eina semju um ein nýggjanpolitikk næstu fýra árini og hóast vit ikki hava fingið hetta vátta so kanngitast at júst fiskivinnupolitikkurin er stórur munur á Skorheim/Højgaard ogMichelsen/jensen.

 

Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER : Ongar kollveltandibroytingar

Eins og nú skjótt farna samgonga ætlar nýggja samgongan, sumí skrivandi løtu verður roynt at skipað á Gamla Apoteki, at yvirtakaútlendingamál og loftrúmið. Men á fiskivinnuøkinum verður ikki nøkur konkretætlan – hinvegin eru flokkarnir samdir um at samgongan fyrst skal ráðføra segvið verandi aktørar í fiskivinnuni og síðani finna eina politiska semju.

Ein kommisión verður sett at finna semju um nýggja grundlóg.

Nýggja samgonguskjali fer ikki at innihalda broytingar í hjúnarbandslóginium málið verður nevnt verður tað staðfest at tinglimir í hesum málið kunnuatkvøða eftir egnari sannføring.

Sum skilst er stemningurin góður og í morgin fæst einábending um nýggj samgonga verður klár til tingfundin týsdagin.