Umframt Føroya Landsstýri og Árni Dam, sum er russiskur konsul, og hevur tænt russiskum fiskivørum í mong ár, hevur veitir KBI í Klingrugarði
tænastur til russisk og onnur útlendsk fiskifør
Áhugavert hevur verið at sæð, hvussu landsins myndugleikar av øllum alvi gera royndir at fáa samhandil við Føroyar. Tað er týdningarmikið.
Fleiri ferðir hava grønlendskir myndugleikar verið her, og nú seinastu dagarnir ein frægari delegatión úr Russlandi hevur vitjað Vinnumálaráðið.
Russiski konsulin Árni Dam, hevur verið eitt gott umboð fyri skipini, sum eru langt av landi skotin og skulu hava tænastur í Føroyum.
Føroyar liggja helst betri fyri í Norðuratlandshavi, enn mangur gevur sær far um og tí eru ymiskir møguleikar.
Enska framleiðslu til føroysk og útlendsk fiskifør
Fyritøkan KBI, sum liggur í Klingrugarði í Klaksvík, hevur sera víðfevnt útboð av tólum, oljum, flótandi evnum, sápum og øðrum reinsievnum.
Arrow er felag í Bretlandi, sum er partur av stórfyritøkuni Reebrook, sum varð sett á stovn í 1968.
KBI umboðar hesa fyritøku, og umframt at selja til føroysk skip og virkir í øllum landinum, til flogfør o.o., fer ein lutfalsliga stórur partur av søluni til Russisk og Grønlendsk fiskifør.
Tað er tí av stórum týdningi, at Føroyar bæði eru umboðaðar av Føroya Landsstýri, Árna Dam, russiska konsulinum og at ein tænastufyritøka sum KBI, er tilreiðar at lata ymiskar veitingar til hesi mongu før.
Tilber at lesa meiri um fyritøkuna, um víðfevnda útboðið og tænastuna inni á www.kbi.fo




