Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samhugaskriv frá Gadus

Manningin á Gadus

Samhugaskriv til Manningina á Sjúrðarberg, og stúran fyri okkara egnu framtíð.

Samhugaskriv til Manningina á Sjúrðarberg, og stúran fyri okkara egnu framtíð.

Manningin á Gadus.

Vit hava hugsað um hvat tað er, sum fær fólk at blíva so destruktiv sum hendan samgongan nú einaferð er.

At vilja sorað fiskivinnuna sundur, nú hon koyrir betur enn menn hava vitað um.

Hesi 17 sum sita í samgongu kundu farið í søguna sum tey ið gjørdu tað møguligt at endurnýggja fiskaflotan, men heldur vildu tað øvugta.

Skilji tann ið skilja vil.

Her verður tosað um samgonguna sum eina homogena eind. Men tað er nú ikki heilt rætt, tí har eru tvær suðuroyarhetjur sum hava sæð ljósið. Teir sóu úlvin sjálvt um hann var í “fåreklæder” (sum danskarir siga) og fingu bjargað sínum upp á turt.

Men hvar eru norðoyatingfólkini sum eru í samgonguni?

Hvussu kann tað vera at teir har suðuri síggja at uppskotið í verandi líki fer at verða ein vanlukka fyri teirra øki og okkara samgongu-umboð halda, at tað er super at vit sum sigla hjá J.F.K koma at missa hýruna og harvið livibreyðið hjá okkara familjum?

Hava tey sæð seg ill inn á J.F.K ella hvat? Vit standa spyrjandi?

Tað eru 64 familjur kring alt Føroya land sum fáa sína árligu inntøku umborð á Gadus. Tað vil siga tvær heilar manningar. Hetta letur seg gera tí vit hava tað kvotu sum vit nú hava. Tí kunnu vit hava eitt familjulív.

Um kvoturnar verða skerdar sum landsstýrið vil, er ikki pláss fyri tveimum manningum. Teir sum verða eftir, mugu tí sigla hvønn túr fyri at fáa alt at hanga saman. Hví fara aftur til slupptíðina tá aðrir møguleikar eru?

Annars so sær tað út sum at fiskimálaráðharrin hevur sitið og roknað út hvussu nógv hvørt skipið skal hava fyri at klára seg. Fyri síðan at geva hvørjum aktøri so mikið at hann akkurát yvirlivir, ella helst doyr.

Eitt er givið og tað er at ongin yvirlivir við bert 20% av einari Barentshavskvotu og als ikki um tú hugsar um at byggja eitt nýtt skip fyri 280 milliónir, sum er prísurin fyri eitt slíkt.

Nú rentan er søguliga lá og skipasmiðjur kring allan heimin hava lítið at gera so hevði tað verið ein gyltur møguleiki at bygt nýtt. Men nei, so skal ikki vera. Vit skulu sigla við okkara gomlu dangum til alt steðgar av sær sjálvum, um tað stendur til hetta landsstýrið.

Tað listi okkum at sjá hvussu nógv kemur í landskassan tá.