Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sami hópur sum seinast

Jákup Ósá

Tað tykist sum um KÍ-hópurin verður nærum fullmannaður til dystin hóskvøldið móti RFS í Klaksvík.

 

KÍ hevur síðstu dagarnar fyrireikað seg til avgerandi dystin í Klaksvík móti RFS. M.a. við at venja brotsspørk, sum vit síggja á myndini. Eftir at reglan um útivallarmál er broytt, so er munandi størri møguleiki fyri at enda í brotssparkskapping enn frammanundan. Í hesum føri endar tað við brotssparkskapping við øllum úrslitum, har RFS vinnur við einum máli. Var tað sum frammanundan, so skuldi RFS vinna júst 3-2 fyri at tað skuldi enda við brotssparkskapping.

 

Av teimum sum spældu í Lettlandi, so eru allir teir somu tøkir. Tó er ein venjing eftir enn, so enn kunnu skaðar o.a. koma uppí.

 

Dysturin við Djúpumýrar hóskvøldið byrjar kl. 19.00. Tað er útselt, men Televarpið vísir hann fyri teimum, sum eru búsetandi í Føroyum á R2.