Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samkensluheilsan frá Føroya landsstýri

John William Joensen

Tað vóru tung boð, ið bórust um flogvanlukkuna á oynni Stord í Noregi, ið kravdi fýra mannalív, sigur Føroya Løgmaður

Í sambandi við álvarsomu flogvanlukkuna á norsku oynni Stord, úttalar løgmaður:

" Tað vóru tung boð, ið bórust um flogvanlukkuna á oynni Stord í Noregi, ið kravdi fýra mannalív.

Tað er altíð álvarsamt, tá flogvanlukkur henda, men tá tað hendir eitt av okkara egnu flogfeløgum og við okkara fólki, gerast vit øll eitt slag av avvarðandi.

Álvarsama vanlukkan nemur tí okkum øll, og tankar okkara leita til teirra, ið eftir sita í sorg og við sakni – familju og næstringar her heima og í Noregi. Serliga djúpt rakar sorgin, tí ein av okkara egnu borgarum – ein flogterna hjá Atlantic Airways – er millum teirra, ið hava latið lív.

Í døkku sorgini er tað kortini ein uggi, at so mong komu frá vanlukkuni við lívinum. Hetta ber boð um, at skjótt og gott er borið at í bjargingararbeiðinum, og eru vit sera takksom fyri tað.

Nú er kvøld, og sorgarinnar myrkur legst um landið. Vit drýpa høvur og lýsa djúpa samkenslu við teimum, ið mist hava ein av sínum kæru. Sorgin er uttan landamørk, og aðrar tjóðir mistu saman við okkum.

Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk lýsi eg frið yvir minnið um tey, sum í dag mistu lívið í flogvanlukkuni í Stord."







Jóannes Eidesgaard,
løgmaður