Í morgin verður skipað fyri samkomudegi í Betesda. Ein skrá við nógvum aktiviteti, spølum til børn og vaksin, og grilling um middagsleiti. Dagurin endar við einari sangløtu og einum orði.
Tað vera hópin av spølum gjøgnum allan dagin og verður millum annað møguligt at rógva við jollum, sparka eftir máltalvu, telva, ítriv og nógv onnur spøl til børn.
Eisini verður møguligt hjá børnum, tilkomnum og eldri at gera nýtslu av café’ini, sum verður inni í Betesda gjøgnum allan dagin.
Eisini verða áhugaverd filmsbrot við gomlum upptøkum víst á loftinum í Betesda.
Dagurin endar við einari sangløtu og einum orði inni í Betesda. Vón okkara er, at síggja fólk í øllum aldri til hendan samkomudagin til góða samveru.


