Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samkomufundur í Betesda sunnukvøldið fyri allar aldrar

John William Joensen

Nú tíðin gongur fram ímóti at byggingin av Betesda verður fullførd og flutt kann verða inn fyrst í komandi ári, verður aftur ein frágreiðing um gongdina

Nú tíðin gongur fram ímóti at byggingin av Betesda verður fullførd og flutt kann verða inn fyrst í komandi ári, verður aftur ein frágreiðing um gongdina

Komandi sunnukvøld, 17. november kl. 18 verður eitt møti, har allir aldrar verða við.

Har verður stutt søga til børnini, og sungin verða onkur kór, sum hóva teimum. Annars verður felagssangur sum vanligt. Kórið fer eisini at luttaka.

Frágreiðingar verða givnar, bæði um hvussu byggingin hevur gingið, um støðuna í løtuni og nær roknast kann verða við, at flytast kann inn. Eisini verður greitt frá fíggjarligu viðurskiftunum.

Óli á Grømma Jacobsen, sum er leiðari í heimsumfatandi trúboðarafelagsskapinum, New Tribes Mission, fer at hava nøkur orð, og fer at koma inn á aktuellu viðurskiftini og hvussu umráðandi tað er at geva seg í andaligari tænastu á ymiskan hátt.

Harleywoodpaint