Teir tríggir tinglimirnir Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen eru farin undir at fyrireika eina serlóg fyri Føroyar, so samkynd kunnu giftast borgarligt.
Teir tríggir tinglimirnir Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen eru farin undir at fyrireika eina serlóg fyri Føroyar, so samkynd kunnu giftast borgarligt.
Vit halda, at tað hevur sera stóran týdning, at samkynd fáa somu rættindi, sum grannalond okkara langt síðani hava sett í gildi.
Uppskotið snýr seg ikki um at geva samkyndum rætt at vígast í kirkjum og samkomum. Hetta eiga kirkjur og samkomur sjálvar at taka støðu til.
Løgfrøðiliga er tað ikki heilt einfalt at smíða føroyska lóggávu fyri borgarligum hjúnalagi, sum eisini fevnir um samkynd. Av tí at familjulóggávan er donsk, má hetta gerast við einari serlóg fyri Føroyar. Tí eru vit farin undir at fyrireika eina slíka serlóg, sum verður løgd fyri tingið í heyst.
Tað er okkara mál, at øll menniskju skulu hava møguleikan at gera sínar dreymir um tað góða lívið til veruleika innan karmarnar hjá felagsskapinum. Og innanfyri teir lógarkarmar, sum skipa eitt trygt og rættvíst samfelag.
Millum grundleggjandi mannarættindi telist rætturin til sjálvur at velja sær lívsmaka, og liva saman við tí, ein elskar. Tí vilja vit geva tveimum av sama kyni javnsettan rætt at ganga saman í borgarligt hjúnalag, og soleiðis fáa somu ábyrgd, rættindi og vernd, sum onnur hjún – eitt nú at kunna tryggja hvørjum øðrum arv.
Føroyar skal vera eitt rúmshátt samfelag, har øll hava sømilig livikor, og møguleika at trívast. Føroyar hava staðfest mannarættindasáttmálan hjá ST, sum skal tryggja øllum somu rættindi, frælsi og at verða viðfarin eins.
Poul Michelsen
Bjørt Samuelsen
Rigmor Dam
tingfólk




