– hvar eru fólkaræðiligu mannagongdirnar, nú fyrrverandi andstøða er vorðin samgonga?
Samgongan var ikki meira enn nakrar dagar gomul, tá hon misti meirilutan. Orsøkin – einki var í samgonguskjalinum um samkynd og hjúnabandslóg.
Løgmaður boðaði frá, at etisk mál ikki vóru samgongumál. Longri var tann søgan ikki, sambært honum.
Fýra tingkvinnur løgdu so uppskot á ting um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd (og øll hini kyndu) verða javnsett.
Síðani hevur verið nógv togan um avleiðingarnar av uppskotinum. Niðurstøðan er, at verður uppskotið samtykt, so er lógliga slóðað fyri, at samkynd sum frálíður kunnu ganga saman í hjúnalag inni í kóri.
Javnsett rættindi
Fyri at geva samkyndum full lóglig rættindi, uttan tó at loyva giftu eftir hjúnabandslógini, hevur Sambandsflokkurin fyrireikað lógaruppskot um skrásett parlag. Lóg, sum kann setast í gildi frá degi til dags.
Stórur meiriluti er millum manna fyri at geva samkyndum javnsett borgarlig rættindi, men samstundis tekur fjøldin av sama meiriluta, saman við øllum teimum meira ivasomu, ikki undir við, at leiðin umvegis hjúnabandslógina gongur inn í kór.
Tí er uppskotið um skrásett parlag í fullum samljóði við fatanina hjá stóra meirilutanum í samfelagnum, samstundis sum heimildirnar til samkynd verða fult javnsettar við viðurskiftini hjá hinkyndum. Lóg um skrásett parlag er tí savnandi og setur ikki kílar millum fólk, bólkar og áskoðanir.
Etiska páhaldið eisini bluff?
Í undanfarna valskeiði fekk táverandi andstøða mangan írestandi undirskriftirnar frá samgonguni at leggja mál fyri Løgtingið. Fólkaræðiliga var hetta hildið rætt, hóast andstøðan bert taldi 13 og onkuntíð 14 tinglimir.
Nú er vent í holuni. Verandi andstøða telur 16 móti 16+1 hjá samgonguni. Sostatt er andstøðan bert 1 tinglim frá at fáa meiriluta.
Hóast at løgmaður upp í saman hevur sagt, at etisk mál IKKI eru samgongumál, so hava løgmaður og samgongan avrátt, at broytingar í hjúnabandslógini júst er at rokna sum kardinalmál, hóast broytingar í hjúnabandslógini hvørki er umrøtt í samgonguskjalinum og enn minni, at landsstýrið eigur uppskotið, sum nú er til viðgerðar í tinginum.
Virðing fyri fólkaræðinum?
Spurningurin er tí, hvar er fagurlætnið um fólkaræðiligar mannagongdir, nú uppskot um skrásett parlag ikki kann roynast í tinginum?
Hvussu ber tað til, at uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini nú forðar fyri, at undirskriftir kunnu fáast til vega, so Løgtingið kann viðgera skrásett parlag sum alternativ til lóg, sum sjónliga rørir grundleggjandi átrúnaðarfatan hjá fjøldini?
Er svarið so einfalt, at ein og í mesta lagi onkur afturat hóttir løgmann og samgongu, letur onkur samgongulimur seytjandu undirskriftina? Altso – spurningurin er samkynd ella eingin samgonga? Hvar er virðingin fyri fólkaræðinum og fólkafatanini tá?
Hesin spurningur er so eyðsýndur, at tað kann undra, at miðlarnir ikki seta løgmanni og samgongufólkum hendan og aðrar spurningar.
Men kanska hava somu frammanundan longu tikið støðu í málinum?
Bjarni Djurholm




