Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samkynd í bók

Danial Viðoy

”zEg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt?“

Tíðindaskriv – Mentunnargrunnur Studentafelagsins: Nýggj fotobók – Edvard Nyholm Debess: “Teir og Tær”.

Edvard Nyholm Debess, sum vit kenna mest frá tónleiki, útvarps- og sjónvarpsarbeiði o.ø. hevur altíð havt stóran tokka til fotografi, og hevur tikið myndir alt lívið.Hesi seinnu árini hevur hann, við síðuna av sínum yrki í tónleikinum brúkt meira tíð og orku uppá at fotografera.

Í 2014 gav hann út bókina ”zKærleiki og Vónir“, um hjúnini Johan og raku Dalsgaard og teirra gerandisdag, og nú tekur hann hendan tráin uppaftur við bókini ”zTeir og Tær“.

Hesaferð er tað gerandisdagurin hjá samkyndum pørum sum er evnið, og eru tað nú tvey ár síðani at Edvard fór í holt við hesa verkætlan.

Tað er ein sannroynd at opið samkynt parlag ikki er so eyðsýnt í føroysku býar- og bygdarmyndini sum í londinum rundanum okkum, og hesi stríðast eisini áhaldandi fyri at fáa somu rættindum sum aðrir samfelagsborgarar. Hetta seinasta hevur verið sera nógv í andgletti seinastu árini, og tykjist hendan sak nú verða komin á eitt vegamót við samtykt í Løgtinginum.

Ístaðin fyri at vísa á munin millum samkynd og hinskynd, setur Edvard í ”zTeir og Tær“ eyga á alt tað vit øll hava til felags og at hava ein gerandisdag við t.d. børnum, arbeiði og frítið ikki er tengt at kynsbýtinum í hjúnarlagnum. At tað snýr seg um kærleika og at tvey menniskju er góð við hvønnannan. Sum Edvard sigur í forðorðinum:

”zEg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt?“

Myndirnar eru svarthvítar og stílmessiga er bókin eitt nátúrligt framhald av fyrru bókini ”zKærleiki og Vónir“ – erligar og inniligar myndir av lívinum hjá menniskjum.

Framløga

Framløga av bókini verður í Norðurlandahúsinum, mánadagin 25 juli, kl. 17.00

Edvard Nyholm Debess fer sjálvur at greiða frá verkætlanini og Bogi D. Davidsen fer at siga nøkur orð.

Eisini verður livandi tónleikur á skránni.

Til hetta høvi fæst bókin til keyps signerað fyri einans kr. 260.-

Teir og Tær verður til keyps í handlunum frá mánadegnum 25. juli og er prísurin 298,- kr.

Edvard Nyholm Debess: Teir og Tær

Fotobók

Mentunargrunnur Studentafelagins

142 bls, innbundin, 298,- kr.