Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samráðast framvegis

Oliver Joensen

Fyri lítlaru løtu síðani frætti Norðlýsið, at Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið saman við semingsmonnunum framvegis samráðast.

Onki lekur í løtuni út um samráðingarnar. Hvat fer at henda er ilt at siga nakað um, men uppskotið hjá landsstýrinum um at leggja uppí trætuna og fáa strandfaraskipini aftur at sigla er framvegis á skránni til tingfundin ídag, sum sjónvarpið sendir beinleiðis. Tungur hava verið frammi og sagt, at um ikki semja fæst ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið nakað skjótt, so verður uppskot landsstýrisins á tingi tikið til viðgerðar, men hetta seinasta hava vit ikki fingið váttað.