Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samráðingarnar millum Norra og ES endaðu úrslitaleysar

John William Joensen

Eg eri sera hørm um at ES og Norra ikki megnaðu at finna semju sigur norski fiskivinnuráðharrin Elisabeth Aspaker og Maria Damanaki metur at strandalondini eru nær eini semju.

Eg eri sera hørm um at ES og Norra ikki megnaðu at finna semju sigur norski fiskivinnuráðharrin Elisabeth Aspaker og Maria Damanaki metur at strandalondini eru nær eini semju.

Vi er allerede på overtid, og dette kunne vært på plass før årsskiftet dersom ikke EU hadde utsatt og forlenget både denne og andre forhandlingsprosesser, sigur norski Fiskimálaráðharrin.

ES og Norra hittust til samráðingar í Bergen 11. til 14. Februar men hóast partarnir vóru samdir um nógvar partar eydnaðist ikki at fáa fulla semju.

Maria Damanaki sigur at hóast tosað var um sera nógv evni serliga um áseting av mest loyvdari veiðu á fleiri felags fiskastovnum í Norðsdjónum og Skagerak so var ikki møguligt at vinna semju hóast partarnir nærkaðust munandi.

Høvuðstrupuleikin er at engin semja er um makrelbýti millum strandalondini. Maria Damanaki vantar at strandalandasamráðingarnar verða um stutta tíð, tí partarnir eru sera nær eini semju.