Skiftið hjá Meinhardt Joensen til EB/Streym í summarsteðginum verður tó av ongum.
Skiftið hjá Meinhardt joensen verður tó av ongum.
Norðlýsið skrivaði annars fyrr í kvøld, at Meinhardt fór at skifta til EB/Streym til fyrra Champions League dystin, tá Rene Tórgarð ikki er tøkur.
Men júst aum, tá alt tóktist klárt, so slitnaðu samráðingarnar seinni í kvøld. Orsøkin er, at KÍ og EB/Streymur ikki blivu samdir um fíggjarligu treytirnar í sáttmálanum.
Sostatt bendur einki á, at skiftið verður av nøkrum, hóast alt bendi á hetta fyrr í kvøld.




