Fyrsti formligi samráðingarfundurin millum føroysk og donsk embætisfólk um yvirtøkuna av familjurættarliga økinum var hjá Ríkisumboðnum fríggjadagin, 11. mars 2016.
Á fundinum varð avtalað at lýsa, hvussu familjurættarliga økið er skipað umframt at viðgera fyritreytirnar fyri yvirtøkuni av økinum.
Miðað verður eftir, atuppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum verður lagt fyri Løgtingið komandi tingsetu, og atfamiljurættarliga økið verður yvirtikið á ólavsøku 2018.
Næsti samráðingarfundur verður í Keypmannahavn fyrst í mai 2016.




