Eftir 4 ár í samgongu við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum stórt sæð virkaði væl, hevði Javnaðarflokkurin fyrireika seg til at fara undir samgongusamráðingar við somu flokkar eftir valið.
Vit høvdu eftirmett hvat ið gekk gott og hvat vit ynsktu at bøta um í einum nýggjum samgonguskjalið. Sjálv legði eg, undan valinum, eitt útkast yvir politikkin komandi 4 árini á mína heimasíðu, ið øll kundu lesa. Høvuðspunktini vóru vit og Sjálvstýrisflokkurin samd um.
Samráðingar við Tjóðveldisflokkin.
Tá ið vit komu til samráðingar við Tjóðveldisflokkin kendist tað ikki sørt ørkymlandi at tey bert høvdu eitt mál fyri komandi 4 árini, nevniliga at fáa borgarstjóran. Alt tos frá okkum um politikk komandi 4 árini var upptikið sum persónligur kritikkur av teimum og spurt var hví vit ikki høvdu tikið hesi mál upp í núverandi samgongu. Vit søgdu, at tað ið nú kom fram frá okkum, var úrslit av eini eftirmeting av skjótt farna 4 ára skeiðnum og at vit væntaðu líknandi útspæl frá teimum, men har kom onki. Eitt dømi: vit tosaðu um at gera varaborgmeistaran meira sjónligan og at gera brogmeistara og varaborgmeistara til eitt sterkt toymi. Hetta fyri at samgongan kundi vísa at hon kundi endurnýggja seg. Men gakk, hetta var eisini tikið sum kritikkur av tí ið hevði verið, tey hongdu seg í formlig viðurskifti og reglur og vístu ongan vilja til politikk, ikki bar til at tosað frameftir.
Sjálvt slitið kom tá ið vit tosaðu um Mentunnarnevndina. Vit førdu fram, at ov lítið var hent innan mentan og hevur hetta øki alstóran týdning nú fasta sambandi verður verðuleiki. Hetta var avvíst, síðan førdu vit fram at mentan og skúli kundi býtast sundur í tvær nevndir, hetta var eisini avvíst tí mentunnarnevndin var teirra heilt stóra hjartamál. Samráðingarnar slitnaðu á ein heldur løgnan hátt uttan nakra serliga roynd at mýkja støðuna, vilji at fáa tað at bera til vísti seg ikki at vera har. Enn løgnari virkar hetta tá ið hugsa verður um, at fáar tímar seinni avreiddu Tjóðveldisflokkurin teirra hjartamál Mentunnarnevndina til Fólkaflokkin !!
Okkara útspæl til samgonguskjal.
Vit høvdu serliga trý høvuðspunkt ið vit vildu hava semju um, og lærd av royndum farna 4 ára skeiðið høvdu vit sett evstamark fyri nær málini skuldu vera framd, tí onkur av hesum málum stóðu í samgonguskjalinum fyri 4 árum síðani men vóru ikki framd.
· Raðfest langtíðarfíggjarætlan skal gerast liug í fyrsta ársfjóðringi 2005. Hon skal innihalda avkláring um lántøku og skattaprosent og hvørjar íløgur vera gjørdar nú og hvørjar bíða. Hetta skal fremjast í dialogi við borgaran. Politikarnir skulu taka avgerð men borgarnir skulu vera við í tjakinum frammanundan.
· Menning og nýmótansgerð av umsitingini t.d snarskiva. Farið verður beinanvegin at arbeiða miðvíst við menning av umsitingini til tess at tryggja gjøgnumskygni og ein betur dialog við borgaran t.d har heimasíðan er ein aktivur partur. Hetta vil eisini lætta um hjá umsitingini, so hon hevur betur stundir at arbeiða við teimum stóru málunum og ikki sum í dag, har lógin um almennt innlit og fyrisitingarlógin eru við til at økja um verandi arbeiðsbyrðu. Vit væntaðu at fyrsta árið fór at ganga við hesum.
· Heildarætlan fyri skúlarnar. Nú fyriliggur ein ætlan fyri Ósáskúlan ið kostar 34 milliónir. Innan 6 mánaðar skal støða verða tikin til hvussu vit útbyggja okkara samlaða skúlaverk best og fáa sum mest fyri hvørja krónu. Hetta skal gerast í dialogi við brúkarnar eins og tað var gjørt í samband við Ósáskúlan.
Hetta vóru høvuðsmálini ið vit mettu at vera minstamark at hava eina semju um. Nevnast skal, at heildarætlan fyri skúlarnar komu vit ikki inná undir samráðingunum, tí tær slitnaðu so skjótt men komið var inná meginpartin, um enn undir sera óskipaðum tosið. Nú verður spennandi at síggja hvat stendur í samgonguskjalinum hjá tjóðveldis- og fólkaflokkinum.Eftir alt tosið um gjøgnumskygni takið eg tað sum sjálvsagt at teirra samgonguskjal verður almannakunngjørt.
Eyðgunn Samuelsen býráðslimur
http//heima.olivant.fo/~eydgunn




