Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen práta um SPOR sunnudagin 30. oktober kl. 16.00 á Listasavninum.
Í sambandi við serframsýningina SPOR hjá Jóhan Martini Christiansen á Listasavni Føroya hevur Hansina Iversen samrøðu við listamannin. Prátið fer millum annað at snúgva seg um framsýningina, listina hjá Jóhan Martini, íblástur, arbeiðsgongd og yrki.
Samrøðan verður í framsýningini, millum verkini, og Hansina og Jóhan Martin fara at steðga á ymsastaðni og hugleiða saman. Hetta er eitt gylt høvi at fáa innlit í framsýningina SPOR og tankarnar hjá listamanninum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.




