Atgongd til tiltakið er ókeypis.Guðrið Poulsen er listafólk, ið brýtir slóð:Hon er útbúgvin leirsmiður, men arbeiðir við skurðlist; hennara list hevur í sær sterku yrkisligu siðvenju leirlistanna og frælsi høgmyndanna.
Atgongd til tiltakið er ókeypis.
Guðrið Poulsen er listafólk, ið brýtir slóð:
Hon er útbúgvin leirsmiður, men arbeiðir við skurðlist; hennara list hevur í sær sterku yrkisligu siðvenju leirlistanna og frælsi høgmyndanna.
Hennara listarliga eyðkenni er fyrst og fremst abstrakt í mun til ta sterku myndaligu siðvenjuna í føroyskari skurðmyndlist.
Guðrið Poulsen er sum heild hugtikin av tilveruni og serstakliga av tilvitsku menniskjans.
Hennara áhugið fyri rúminum sum tilvitskunnar stað hevur havt við sær eina nýhugsan av prýðing í almenna rúminum, sum sæst aftur í Himmalspeglinum.
Samrøðan verður hildin til høvi av framsýningini hjá Guðrið Poulsen á Listasavni Føroya, ið heldur áfram til og við t. 30.11.




