Tað hevur eydnast Lindini at fáa í lag eina samrøða við David Phelps, sum annars er sera upptikin maður.
David Phelps spælir í hesum døgum á umfatandi konsertferð í USA, har hann hevur sera nógvan vind í seglinum eftir hansara triðju solo útgávu, Life Is a Church. Men hann ger ein avstingara til Evropa og tað er til Summarfestivalin í Klaksvík, og tað er í hesum sambandi, at tað hevur eydnast Lindini at fáa telefonsamrøðu við Phelps. Sendingin verður at hoyra á Lindini hesar tíðir:
Mánadagin 31. juli kl. 15.00
Týskvøldi 1. aug. kl. 21.00
Mikudagin 2. aug. kl. 13.30
Tað er Tór Arni Samuelsen, sum er vertur.




