Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samrøða við Jógvan á Nesi: Mjólkin verður stoytt burtur á Nesi

John William Joensen

Jógvan Joensen bóndi á Nesi sigur við Norðlýsið at tá mjólkin er fimm dagar gomul verður hon koyrd burtur

Hóast ferðafólkafluttningurin ikki er beinleiðis raktur av verkfallinum so er farmafluttningurin hart raktur.
Jógvan á Nesi, bóndi á Trøllanesi, sigur við Norðlýsið at Mjólkabilurin hevur ikki verið í oynni síðani verkfallið byrjaði og tí verður mjólkin nú koyrd burtur.
– Vit goyma mjólkina í tanga í fimm dagar, men nú eru vit noyddir at koyra mjólkina burtur.
– Annars eru vit við at trappa niður við mjólkaframleiðsluni. Vit hava í løtuni bert 7 mjólkineyt og spurningurin er bert um nær vit fara at gevast við framleiðsluni.
 
Farmurin hart raktur
Hóast tað í løtuni ikki er nakar farmur úr og til Kalsoynna so er ferðasambandið gott.
– Bátar sigla alla tíðina so fólk sleppur til arbeiðis í Klaksvík sum vanligt men eingin farmur kemur til oynna so tað er bara spurningur um tíð til ymiskt fer at mangla.
– Harafturat eru einir 50-100 bilar fangaðir í oynni, sigur bóndin á Nesi í viðmerking.