Tað sum løgtingsformaðurin seinastu tíðina hevur borðreitt við er ikki tespuligt, tá vit hugsað um parlamentariskt demokrati, sigur Jógvan við Keldu
– Tá ið eitt val er av gera vit eina samgonguavtalu hvar í vit binda hvønn anna fyri at fáa ein støðugan politikk hóast tað at ein og hvør tinglimir hevur sítt fría frælsi.
– Her fyri hoyrdi eg samfelagsfrøðingin Jóannes Dalsgarð spyrja “hvat er ein samgonga”. Tað má undra ein og hvønn sum hevur fingist nakað við politikk hvussu óvitandi ein tílíkur stjørnumálsfrøðingur er. Ein samgonguavtala verður gjørd soleiðis at hon ikki skal fara við sum nú einum og hvørjum hóvar.
– Baði løgtingsformaðurin og hesin sentralistiski stjørnmálafrøðingurin tykjast mær bróta siðvenjur.
– Tá ið tingfólk leggja sínar egnu leiðir – tá tað t.d. snýr seg um 266b og eitt valdømi – uttan ivir høvður at ein samgongu avtala er gjørd – tá hava landsins myndugleikar ein trupuleika.
– Tað undraði ikki sørt tá ið sæst á forsíðuni á Dimmalætting at Magni Laksáfoss er kongur í Føroyum – tá ein hugsar at krøvini liggja ikki hægri enn tað at hann hevur sagt eitt valdømi og ongan Sandoyartunnil. Tá skilir ein tað tí tá er tað sentralisman og høvuðsstaðurin sum hevur gjørt hann til kong.
– Eg havi verið í samband við nógvar grønlendskar politikarar og eisini leikfólk. Øll tey sum eg havi tosað við siga, baði tey sum eru fyri sentralismuni og tey sum mótmæla sentralismuni, at eingin ivi er um at eitt valdømi er eitt sentraliserandi element.
– Ofta verður sagt at Føroyar eru so lítlar sammettar við Grønland – men vit síggja dagliga hvussu langt Suðuroyggin, Sandoyggin, Vágoyggin og enntá Norðoyggjar liggja frá gerandisdegnum í Havn – tá eru hesi økini langt burtur.
– Ein av grønlendsku politikarunum hevur skrivað – sum er fyri einum valdømi – at hann gleðist yvir at tingið hevur játta hægri upphæddir til at tingmenn kunnu ferðast úr Nuuk og út til kommunurnar fyri at síggja støðuna – meðan aðrir siga at tá ið vitjanir hava verið og politikarar eru komnir aftur til Nuuk – hava teir gloymt alt.
– Tað verður sagt at friður verður fyri lokalpolitikki – tað veit ein og hvør – tað er bert ein grund til tað – og er hon at størsti parturin av politikarunum koma at búgva í høvuðsstaðnum har einki verður givið út um høvuðsstaðin.
– Annars haldi eg at greinarnar hjá Jógvan Sundstein, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, og Zakariasi Wang vísa veruleikan.
– Tá ið løgtingsformaðurin í fyrstuni legði málið fyri vóru ikki so nógvir fyri sum tað eru í dag megnaði Kringvarpið, høvuðsstaðarpressan og sentralistisku serfrøðingarnir at broyta.




