Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samrøða við KÍ-venjaran, Jan Joensen: "Vit skulu reisa okkum sunnudagin!"

John William Joensen

Hugburðurin vit sýndu í Gundadali kann ikki góðtakast, og noyðast vit í felag at lyfta okkum burtur úr skommini, sigur KÍ-venjarin Jan Joensen eftir stórtapið

Jan Joensen hevur verið á fremsta liðnum hjá KÍ síðan meistaraárið 1991 og øll hesi mongu árini hevur Jan so at siga leikt hvønn dyst á fremsta liðnum.
Seinastu 12 árini hava verið sera ymisk, og onkuntíð hevur eisini hilnast illa, men oftast hevur KÍ verið á fremstu rók.
KÍ veteranurin stendur nú sum høvuðsvenjari hjá felagnum, og vit sum kenna Jan vita at hann altíð spælir fyri at vinna, og tí var dysturin í Gundadali ein sonn marra fyri KÍ-venjaran.

Errin um at  vera KÍ-venjari
Jan Joensen sigur at hann er sera errin um at verða høvuðsvenjari hjá KÍ.
"Tá eg bleiv kontaktaður av KÍ-leiðsluni um at taka við høvuðsvenjarastarvinum, var eg sera glaður um at eg kundi fáa eitt lið sum eg vísti kundi fáa góð úrslit.
Eg visti at vit høvdu sera gott potentiali í leikarunum, men var samstundis greiður yvir at tað fór at verða trupult at roknað við leikarum aðrastaðir frá.
Royndir siga okkum at vit skulu gjalda nógvan pening fyri at fáa leikarar til Klaksvíkar, og tí vóru vit greiðir yvir at hetta neyvan fór at verða møguleiki fyri í ár.
Eg má tó staðfesta at vit aftur í ár hava mist fleiri leikarar enn vit hava fingið í tilgongd, og hetta hevur sjávandi eisini gjørt at hópurin ikki er so breiður sum vit kundu hugsað okkum.
Men eg haldið fast við at vit hava ein góðan leikarahóp, sum hevur góðar møguleikar fyri einari topplasering."
KÍ venjarin leggur tó afturat at KÍ seinastu árini hevur vanta ein góðan avsluttara.
"Vit eiga sum sagt nógvar góðar leikarar, men tíanverri er eingin í løtuni sum ger eina rúgvu av málum, og tí fáa vit alt ov lítið burtur úr málmøguleikunum sum vit skapa í hvørjum dysti."

Skiftandi úrslit
KÍ venjarin letur ikki illa at, hóast úrslitini hava verið skiftandi.
"Tey stigini sum vit hava fingið higartil eru fult uppiborin, og kann eg nevna at vit hava megnað at vunnið á útivølli móti baði EB/Streymi og GÍ sum vanliga verða roknað sum sera sterk á heimavølli.
Tíanverri fingu vit bert javnleik á heimavølli móti VB, men annars hava vit havt eina góða byrjan um vit ikki taka dystin í Gundadali við."

Konditiónin
Spurdur um formin hjá leikarunum er KÍ venjarin skjótur at svara:
"Hvørjaferð KÍ tapir ein dyst, so fær ein at vita at leikararnir ikki eru í form, men har kann eg garantera fyri at so er ikki.
Vit hava prógva fleiri ferðir í ár at vit eru minst líka væl fyri sum hini liðini, og kann eg sum dømi nevna dystin á Toftum móti B68 har vit í yvirtíðini spæla teir av vøllinum.
Tó er onkur einstakur leikari, sum vegna skaða ikki hevur kunna vant regluliga, og tí ikki er á støði við hinar."

Nú mugu vit  standa saman
Tá vit venda tosið aftur inn á dystin í Gundadali móti B36, sigur KÍ venjarin seg ikki skilja hví leikararnir ikki vístu meira.
"Vit tapa 7-1 í einum katastrofudysti og á dómaraseðlanum síggið eg bert eitt gult kort. Við øðrum orðum lata vit teir koma framat uttan at røra hond frá síðu.
Eg havi eisini sagt tað fyrr, at KÍ-leikararnir eru alt ov fittir tá tað gongur illa.
Ein slíkan dyst har ein er við undirlutan eigur ein at kempa fyri æruni, men vit kunnu bara enn einaferð staðfesta at hetta verður ikki gjørt.
Høvuðstrupuleikin er at leikararnir mentalt yvirmeta B36 og tí liggja teir allatíðina ov langt burtur frá mótstøðuleikarunum. Hetta gevur teimum frið og pláss at spæla og so enda okkara leikarar í eini støðu har teir renn aftaná B36 leikarunum.
Eg skal sjálvandi eisini taka mín part av ábyrgdini fyri stórtapið men útgangsstøðið hjá okkum endar í skrellispannini tá teir skorða eftir einans 90 sekundum.
Skulu vit koma víðari so er tað alt umráðandi at vit standa saman og í felag lyfta KÍ upp har tað hoyrir heima, og tað fáa vit møguleika fyri á heimavølli móti FSV sunnundagin."

Hevur framvegis trúnna
Jan Joensen sigur at hann ongantíð hevur ivast í dygdunum av leikarunum.
"Eg havi stórt álit á mínum leikarum og havi ongantíð ivast í teirra dygdum. Men vit mugu ásanna, at um vit skulu náa eitt gott úrslit, so skal hvør einstakur sýna ábyrgd, og offrað alt fyri at felagið aftur kann bera høvdið høgt."

Spurningar til KÍ-venjaran
Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum hava KÍ-viðhaldsfólk dúgliga skrivað um líkt og ólíkt seinastu dagarnar, og vit fingu KÍ venjaran at svara nøkrum av spurningunum og pástandunum sum eru skrivaðir inni á kjaktorginum á www.nordlysid.fo

Spurningur 1
Ein lesari skrivar at um ein hyggur at dagsins útgávu av KÍ, so hevur tilfarið ofta verið betrið.
" Einki er tó at taka seg aftur í at ávísir spælarar sum byrjaðu inni í Havn als ikki hava støðið ella formin til 1.deildarfótbólt." skrivar lesarin.


Jan svarar:
"Eg eri samdur í at onkur av leikarunum ikki er í nóg góðum formi orðsaka av at viðkomandi hevur verið so nógv skaddur. Men orsøkin til stórtapið er ikki at finna í at onkur leikari ikki er nóg væl fyri, men heldur í tí vanaliga avriki, sum alt líðið sýndi í Gundadali.

Spurningur 2
"Varð og hugdi í gjár, hatta var forferdiligt, skal hattar vera støði í ár, so mugu vit vera glaðir um ikki at flyta niður. Vit høvdu ongan sum helst tjans ímóti B36, tað vóru klassar á muni, og hví hundan kann KÍ ikki brúka ein mann sum Rúna Elttør?


Jan svarar:
"Tað er spell at Rúni er farin til B36, men tað nyttar einki at blíva við at hanga seg í hetta. Hinvegin so skiljið eg als ikki hvussu nakar kann tosað um niðurflyting, tí hyggja vit eftir tabellini so liggja vit jú sum nr. 2 í landskappingini.
Hinvegin so má eg undirstrikað at 7-1 tapið er totalt óakseptapult og eg skiljið væl at fólk eru óð og skuffaði. Men tá tað er sagt so má eg leggja afturat at eg vænti ikki at KÍ verður einasta liðið, sum tapir móti B36 í Havn í ár."

Spurningur 3
Ein lesari spyr um Jan ikki aftur fer at royna seg sum leikara og hann leggur afturat:
" Hattar við at fáa nyggjar leikarar hendan vegin eri eg einki við uppá, vit klára okkum við okkara leikarum, men skuldi tað borið so á at Hjalgrím fer til Grindavíkar, so skal hann erstattast av einum betri áleypara…..  Til nevndina, tað sigst at Arnold er á veg til annað felag, latið hann ikki fara líka bíliga sum Rúna, tí hendir tað, so kunnu tit rokna við  at sponsorar vísa tykkum bakið".


Jan svarar;
"Eg venjið við hópinum í løtuni, og vænti at eg verið aftur at síggja sígga á KÍ-liðnum.
Um spurningin um Hjalgrím skal sleppa til Íslendskt felag er at siga at eg sjálvandi ikki fari at forða fyri at Hjalgrím sleppur uttanlanda at royna seg. Ein slíkur leikari hevur jú allar møguleikar til at gera tað gott og fari eg at ynskja honum alt tað besta.
Men hinvegin, so vænti eg eisini, at um Hjalgrím verður seldur, so fáa vit annan leikara í staðin.
Til seinasta partin av spurninginum kann eg bert heilsa og siga at eg verðuliga tók synd í teimum mongu KÍ-viðhaldsfólkunum sum hendan dagin vóru komin til Havnar at stuðla okkum, – Hóast vit ikki altíð leika upp til okkara besta so vinna tit hvønn dyst, og eg fari at gera mítt til at vit ikki skuffa tykkum aftur í framtíðini."

Spurningur 4
"Vit taptu ongan dyst 7-1 í 1999!! Vit róku ongan leikara av liðinum til onnur føroysk feløg í 1999!! Vit orkaðu at leika allar 90 minuttirnar í 1999!! Vit vitstu, hvør stýrdi liðinum, í 1999!! Vit framdu ikki útskiftingar, meðan vit høvdu hornaspark ímóti okkum, í 1999!! Vit savnaðu tankar okkara um at vinna í 1999!!"


Jan svarar:
"At framhaldandi at tosað um 1999 er heilt burtur við.
– Tað var eitt super ár, sum eg farið at minnast aftur á við gleði, men tað hjálpir okkum einki í dag.
– Tá triðja málið kom, var eg ikki í ivað um at eg fór at hoyra fyri at vit gjørdu eina útskifting meðan B36 hevði hornaspark, men at geva útskiftinini skylduna fyri málið er heilt burtur við."

Vegurin framm
At enda spurgdu vit KÍ venjaran hvussu hann ætlar at KÌ skal reisa seg aftur.
"- Líka so stuttligt sum tað er at vinna, er tað forferdiligt at tapa, men eg ivist onga løtu í at einasti vegurin er samanhald.
-Eg havi mangan fyrr sagt at leikararnir hava sera góðar dygdir og nú er tíðin komin til at vísa hesar í verki.
– Hetta hava vit møguleika til framanfyri øllum klaksvíkingum, á heimavølli, móti FSV, og ivist eg onga løtu í at vit megnað.
Síðani kunnu vit í komandi dystunum prógva at vit eru góðir nokk til at blandað okkum í oddastríðið."