Nýggi KÍ-formaðurin vaks upp á Skála, har pápin eitt skifti var formaður í fótbóltsfelagnum, so hann veit, hvat tað starvið krevur, og hóast upprunin er á Skála, so er eingin ivi: Tummas hevur í nógv ár stuðlað fótbóltsfelag¬num, sum hann nú hevur fingið evstu ábyrgd av.
Tað eru ikki tvær meiningar um, at tað krevur sín mann at fylla tómrúmið eftir fyrrverandi formannin í KÍ.
Torleif Sigurðsson, sum jú er ein sonn legenda í føroyskum fótbólti, fer at verða saknaður í langa tíð fram – eingin ivi um tað.
Tað kundi tí ikki vera ein og hvør, sum fekk litið upp í hendur at taka við sum nýggjur fótbóltsbossur í Klaksvík.
Men fyri at siga sum er, so kendist valið at vera ógvuliga nátúrligt og rætt, tá ið tað fyrstu ferð frættist, hvønn KÍ hevði kjósað sær til nýggjan formann.
Tummas J. Lervig er umhildin og virdur maður her í lokalsamfelagnum, ið tey flestu munnu meta at vera ein góðan mann til hendan ábyrgdarsess.
Og so dregur tað avgjørt ikki frá, at áðrenn fyrrverandi formaðurin so brádliga andaðist, hevði hann havt samband við Tummas og heitt á hann um at koma upp í leiðsluna í KÍ.
Báðir uppruna
kapprógvarar
Tummas var einasta uppskot um formann, og hann varð tí valdur av aðalfundinum uttan kapping við nakað annað valevni.
Fyrrverandi formaðurin í KÍ hevði ikki sjálvur spælt fótbólt á høgum støði, og tað sama er galdandi fyri tann nýggja.
Til stuttleikar kann leggjast afturat, at teir báðir í so máta líkjast meir enn so, tí sum ítróttarmenn hava bæði Torleif og Tummas roynt seg innan eina og somu ítrótt. Báðir hava nevniliga verið virknir í kappróðri.
Vit hava hitt hendan sjarmerandi og fyrikomandi mannin, sum hevur átikið sær evstu ábyrgdina av ítróttarflaggskipi norðoyinga.
Virkin maður í
samfelagnum
Tummas Jóhansson Lervig er føddur tann 10. oktober í 1956 og er sostatt 51 ára gamal.
Foreldrini eru Jóhan og Elinborg Lervig á Skála.
Tummas er giftur Turið Lervig (fødd Høgnesen) úr Klaksvík, her tey settu búgv, og eiga tey børnini Jóhan, Tórður og Hjørdis.
Tummas er útbúgvin maskinmeistari við tilhoyrandi skeiðum, og hevur í nógv ár siglt í Grønlandi. Fyri smáum 2 árum kom hann heimaftur á klettarnar at arbeiða sum sølumaður hjá KJ Hydraulik á Kambsdali.
Tummas er virkin í politikki, har hann nakrar ferðir hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin, har hann er næstformaður í Norðoya Javnaðarfelag. Í mars í ár tók hann sæti í Klaksvíkar Býráð.
Harumframt er Tummas virkin í øðrum samfelagsligum høpi. Eitt nú er hann limur í umboðsráðnum hjá Norðoya Sparikassa og næstformaður í Kirkjuráðnum fyri Christianskirkjuna.
Sostatt hava vit her ein mann, sum er virkin í samfelagnum.
At savna allar
góðar kreftir
Tummas dylur ikki fyri, at hann sær tað sum eina av sínum fremstu uppgávum sum formaður at savna allar góðar kreftir í og um felagið.
– Tað eru ómetaliga nógv góð fólk, sum eru virkin her í felagnum, og teimum og teirra avrikum havi eg sera stóra virðing fyri.
– Formaðurin skal sjálvandi bakka hesar góðu kreftirnar upp og samskipa tær best møguliga, tí uttan hesar eldsálirnar so var einki felag. Saman við leikarunum eru hesi fólkini hjartað í KÍ.
At lata felagið
enn meira upp
– Ein onnur uppgáva hjá formanninum er at mynda og umboða felagið úteftir og at røkja sambandið við samstarvsfelagar og almenningin annars.
– Her kunnu vit ikki siga annað enn, at KÍ er eitt slag av “fólkaogn” í Norðoyggjum.
– Tey flestu her í lokaløkinum hava, meir ella minni, eitt hjarta fyri hesum felagnum, og tey munnu vera heilt fá, sum ikki hava onkran í familjuni, sum er virkin í KÍ.
– Fótbóltur er nú einaferð eisini soleiðis, at tey flestu hava sína egnu meining um hann.
– Tí hevur KÍ, sum einasta fótbóltsfelag í Norðoyggjum, eitt sentralt pláss í lokaløkinum.
– Kortini haldi eg, at tørvur er á, at felagið røkkur enn longur út til almenningin. Her hugsi eg ikki so nógv um, at fáa fleiri at halda við KÍ, tí tað gera ivaleyst øll í Norðoyggjum.
– Eg hugsi her um, at felagið hevði havt gott av, at fleiri fólk komu tættari at felagnum og kanska fingu ein leiklut her, tí sum nevnt hava vit nógvar góðar kreftir í KÍ, men uppgávurnar eru uppaftur fleiri, og tørvur er tí á fleiri “bøtandi hondum”.
Betri við báðum
kynum í leiðsluni
– Eg veit ikki, hvussu tað fer at eydnast, men eg kundi hugsað mær, at nevndin í KÍ í framtíðini ikki bara verður mannað við mannfólki.
– Sjálvandi kann ein nevnd vera væl virkandi við monnum, men mínar royndir eru, at besta úrslitið fæst, um bæði kvinnur og menn eru umboðað í eini nevnd, tí harvið fáa spurningarnir eina gjølligari og meira fjølbroytta viðgerð.
– Kvinnur og menn eru ymisk, eisini í hugsunarhátti, og tí sigur tað seg sjálvt, at besta úrslitið fæst í einum felag, um bæði kyn sleppa til orðanna har, sum avgerðirnar verða tiknar, sigur nýggi KÍ-formaðurin, sum samstundis tekur tað fyrivarni, at hann ikki enn dugir at siga, hvussu umstøðurnar eru fyri, at hetta kann eydnast og hvussu skjótt.
Hava eisini eina
samfelagsskyldu
– Eftir føroyskum viðurskiftum er KÍ eitt risastórt ítróttafelag. Stóra talið av liðum, limum og leikarum krevur sjálvandi eitt væl skipað felag, um tað heila skal fungera.
– Sum einasta fótbóltsfelag í Norðoyggjum hevur KÍ eisini eina serliga skyldu í samfelagnum at taka ímóti øllum leikarum, sum hava áhuga, og tað, eg veit um, so tekur felagið hesa skyldu í álvara.
– Ein drongur ella genta í Norðoyggjum, sum ynskir at spæla fótbólt á seriøsum støði, hevur bara eitt felag í lokaløkinum at fara til, og tí kennir felagið eisini eina serliga skyldu at vera opið fyri teimum, sum koma og vísa áhuga.
400 virknir
ungdómar
– Sum størsta ítróttarfelag í Norðoyggjum hevur KÍ ein heilt serligan týdning fyri trivnaðin og menningina av uppvaksandi ættarliðnum.
– Mær er upplýst, at tað hvørja viku koma umleið 400 ungdómar á vøllin við Djúpumýru at venja, so tað er ikki smávegis partur av ungdómi okkara her í lokaløkinum, sum umvegis KÍ fær møguleikan at mennast, bæði likamliga, sum ítróttarfólk, og menniskjaliga, sum partur av einum liði, sum venur saman og luttekur í kappingum.
– Tí er tað ikki bara KÍ, sum hevur eina skyldu úteftir. Lokalsamfelagið hevur eisini eina skyldu yvir fyri KÍ aftur fyri hetta stóra avrik og fyri, at felagið gevur hundraðtals ungdómum eitt positivt og mennandi innihald í einum aldri, sum er so týðandi fyri teirra framtíð, slær Tummas J. Lervig fast.
Visjón 2009 er
lutvíst rokkin
– Fyri nøkrum árum síðan setti KÍ sær nøkur mál, sum undir einum vórðu nevnd “Visjón 2009”.
– Síðani hevur henda visjón fingið ikki sørt av kritikki, har víst verður til, at Formulaliðið hjá KÍ ikki enn hevur megnað at fingið nóg góð úrslit.
– Tað er púra rætt, at ein partur av Visjón 2009 er, at KÍ skuldi gerast føroyameistari í Formula¬deildini, og enn vita vit sjálvandi ikki, um tann parturin verður veruleiki – tað kann bert tíðin vísa.
– Eisini mugu vit ásanna, at leikarar okkara, sum spæla við fremsta liðnum hava ein heilt serligan týdning fyri restina av felagnum, tí teir manna “flaggskipið” í felagnum, sum eisini er ítróttarflaggskipið í Norðoyggjum.
– Hinvegin kann eg sum formaður í KÍ vísa á, at felagið hevur rokkið fleiri av teimum málum, sum felagið setti sær í visjón 2009. Besta dømið um hetta er ungdómsdeild felagsins, sum man vera ein tann best skipaða í landinum. Gamaní hava vit – eins væl og øll onnur feløg – okkara trupulleikar og avbjóðingar at arbeiða við, men latið okkum ikki gloyma, at KÍ longu hevur rokkið fleiri av teimum málum, sum tað setti sær í Visjón 2009.
Fíggjarstøðan
verður nú lýst
Eitt tað fyrsta, sum nývaldi formaðurin er farin í holtur við, er – saman við hinum í leiðslu felagsins – at seta gjølliga inn í tey fíggjarligu viðurskiftini hjá felagnum.
– Fíggjarstøðan er grundarlagið fyri øllum virkseminum í felagnum, og tí er ógvuliga umráðandi, at vit í leiðsluni kenna hana væl og virðiliga og síðan duga at arbeiða í samsvari við ta fíggjarorku, sum felagið hevur.
– Eg veit, at undanfarni formaðurin legði ómetaliga stóran dent á hesi tingini, og her fari eg heilt víst at byggja á hansara herðar, sigur Tummas J. Lervig.
– Vit hava havt onkrar fundir í nevndini og við høvuðsstuðulin, og hetta arbeiðið heldur fram, so vit kunnu geva KÍ eitt trygt fíggjarligt grundarlag at arbeiða víðari útfrá.
_____
Norðlýsið takkar nýggja KÍ-formanninum fyri prátið og ynskir honum bestu eydnu í starvinum.




