Um suðuroyingar standa saman um Suðuroyar Sparikassa kann hesin vera ein trygd fyri at peningur í umfarið verður verandi í oynni.
Stjórin í Suðoyroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, sigur at umráðandi er at bæði teir akuttu- og teir meira langsigtaðu trupuleikarnir verða loystir
– Støðan í Suðuroynni í dag er ikki góð tí vit hava stórt arbeiðsloysi, virki sum liggja still, og tí flyta fólk í løtuni úr oynni
– Hetta ger so aftur tað at miðalaldurin hækkar, og tað er ikki bara orsaka av arbeiðsloysinum. Suðuroyggin hevur í løtuni ikki nóg nógv arbeiðspláss til fólk sum hava hægri útbúgvingar og tí missa vit ungdóm sum fer av oynni við tí í hyggju at fáa sær hægri útbúging. Tey hava einki at koma aftur til, og tí hava vit bæði ein akuttan trupuleika og ein langsigtaðan.
Hvat skal til
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa sigur at tað er ikki ógjørligt at venda gongdini men tað skal gerast ein stórur insatsur.
– Skulu vit sleppa burtur úr óndu ringrásini so mugu vit byrjað at samarbeiða tvørtur um mørk og tað er galdandi fyri alt virksemið í oynni.
– Í hesum sambandi hava peningastovnarnir í oynni tikið stig til ein temadag tann 25. januar fyri innbodnum virkisleiðarum og politikarum.
– Tað er sjálvandi umráðandi við kapping millum virkir, yrkisbólkar og eisini býir og bygdir, men hetta skal vera ein fruktagóð kapping sum ger at vit vaksa og gerast sterkari.
– Í løtuni er samarbeiði lyklaorði og eg ímyndið mær at vit hava góðar møguleikar um vit fáa samarbeiðið í lag.
Samferðslan
– Ein av stórstu avbjóðingunum er samferðslan. Tað er umráðandi at samferðslan úr og til oynna verður betra soleiðis at vinnan kann mennast.
Tað skal bera til at vit fáa botnfiskatrolararnar sum eru heimahoyrandi í oynni at landa fiskin í Suðuroynni.
Eftirlýsir hugskotum
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa sigur at tað er umráðandi at stimbra verður undir nýggj hugskot og tiltøk.
– Eg kundi hugsa mær eitt sokallað "drívhús" har vit savna fólk við ymiskum evnum og úr ymiskum vinnugreinum at tosað saman og at menna hugskot til verkætlanir.
– Tað er altíð sera trupult hjá fólki sum sita inni við hugskotum at føra tey út í lívið, men um vit megnaðu at skapa eitt sokallað "drívhús" hevði hetta uttan iva fingið fleiri verkætlanir at sæð dagsins ljós.
– Eg haldi at tað hevur stóran týdning at vit brúka tað vitan sum er í oynni, soleiðis at vit saman koma úr kreppuni.
Menningarstjóra
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa heldur eisini at Kommunurnar áttu at samstarva um ein menningarstjóra.
– Ein tílíkur sum tit hava í Klaksvík kundi samskipað ymiskar verkætlanir og kundi harvið stuðla undir vinnulívið og ment eitt netverk millum vinnulívsfólk.
Leikluturin hjá Suðuroyrar Sparikassa
Spurdur um hvønn leiklut Suðuroyar Sparikassi kann hava í at venda niðurgongdini í oynni til framgongd, sigur stjórin at vónandi kann hann vera ein savnandi partur.
– Vit hava sjálvandi fíggjarliga avmarking tí vit eru umleið ¼ til støddar av Norðoya Sparikassa.
– Men um vit eru við í verkætlanunum so eru vit ein trygd fyri at peningurin verður verandi í oynni.
– Vit eru partur av Suðuroynni og tí hava vit stóran týdning um fólki stendur saman um okkum.
Seinasta útkall
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa er álvarsamur og sigur at hetta er avgerandi løtan fyri Suðuroynna.
– Vit skulu koma upp úr aftur kreppuni, tí hetta er seinasta útkallið hjá allari oynni.
– Tað ringasta sum kann henda er um tað almenna bert tveitur pening í oynna fyri at fáa virksemið aftur, uttan at vit fáa loyst trupuleikararnar í oynni, tí so heldur útbløðingin av oynni fram.
– Eg eri sera positivur um útlitini tí tað er ein vilji til at loysa trupuleikarnar og tí er umráðandi at vit smíðja meðan jarnið er heitt.
– Vit mugu ikki gloyma at tað eru nógv positiv ting í oynni. Vit hava eina Skipasmiðju, trolarar og annað virksemið, so vit eiga at standa okkum í kappingini.




