Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samrøða við Steinbjørn Jacobsen borgarstjóra: Eg lærdi fyrst baksíðuna at kenna áðrenn eg bleiv politikkari

John William Joensen

Eg kundi t.d. vera í føðingardegi hjá eini familju, har alt var gleði, – telefonin ringir, og lítla løtu seinni stóð eg í einum heimi, har børnini høvdu tað sera trupult, og har foreldrini høvdu stórar trupuleikar.

Hansara menniskjaliga andlit er styrkin, hóast hann sum politikari hevur upplivað nógv.

Borgarstjórin í Klaksvík er dagliga samrøðuevnið millum fólk. Soleiðis er tað bara, og hóast meiningarnar eru ymiskar – alt eftir politiskum liti –  so eru flestu samd um, at vit eiga ein borgarstjóra, sum er sera menniskjaligur, og sum ikki sveimar oman fyri mannin á gøtuni.
Vit avtalaðu at hittast í nýggju skrivstovuni hjá borgarstjóranum í ovastu hædd í Stellu-húsinum, og hóast samrøðan fleiri ferðir varð avbrotin av ymiskum ábyrgdarpersónum á býráðsskrivstovuni, sum høvdu brúk fyri góðkenningum og øðrum frá borgarstjóranum, so fingu vit eina hugnaliga samrøðu burturúr.

Áhugin fyri politikki.
Spurdur um, hvar áhugin fyri politikki stavar frá, sigur borgarstjórin, at hann varð sáddur í hann frá ungum árum av.
– Familjan hjá bæði mammu og pápa høvdu stóran áhuga fyri politikki, og tí vaks eg upp í einum heimi, har nógv varð tosað um politikk – serliga landspolitikk.

Upplivdi politisku baksíðuna.
Hóast politiska leiðin hjá borgarstjóranum sum so ikki er ókend, so brýtur hon eitt sindur frá tí vanliga, tá talan eru um nútímans politikkarar.
Ein kann siga, at politiska upphavið hjá borgarstjóranum er á politisku skuggasíðuni.
– Áhugin hjá mær var serliga fyri tí landspolitiska, og tí hevði eg sum so ikki áhuga í at stilla upp til býráðið.
– Men so heittu býráðslimir á meg um at verða eitt av teirra umboðum í barnaverndini, og har var eg verandi í útivið 20 ár.
– Hetta var eitt arbeiði, sum eg ikki kendi til frammanundan, og tí var hetta ein sera lærurík tíð, har eg kom at hava tætt samband við meðborgarar, sum høvdu stórar trupulleikar at dragast við.
– Ein kann siga, at eg her upplivdi baksíðuna av býarlívinum, og serliga vóru kreppuárini fyrst í 90unum sera trupul hjá borgarum í Klaksvík, sum vóru illa fyri.

Skeivt at stongja Sosialu Deild.
Tað er altíð lætt at vera klókur aftaná, men borgarstjórin er ikki í iva um, at tað var skeivt at stongja Sosialu Deild hjá býráðnum, tá samfelagið var í stórari kreppu.
– Tað ringasta, eg havi upplivað í arbeiðinum í barnaverndini, var, tá býráðið gjørdi av at leggja niður Sosialu Deild í kreppuni fyrst í 90 unum.
– Vit í barnaverndini høvdu eitt sera tætt samstarv við táverandi leiðaran, Sámal hjá Barbu, og tá hann varð sagdur úr starvið, var tað ein beinleiðis steinur oman á byrðu hjá teimum borgarum, sum ikki einsamallir kláraðu at fáa dagin at hanga saman.
– Eg eri ikki í iva um, at hetta var ein skeiv avgerð, og avleiðingin var, at enn fleiri mál endaðu hjá Barnaverndini, og vit fingu úr at gera.

Upplivað nógv.
Tey, sum eru og hava verið limir í Barnaverndini, hava undirskrivað tagnarskyldu, og tí er ikki so lætt at taka dømir fram, men borgarstjórin sigur, at hann mangan var í sera torførari støðu.
– Tað eru so smá forhold í býnum, og tí blívur ein drigin inn í ósemjur hjá fólki, sum ein kennir í øðrum høpi.
– Eg kundi t.d. vera í føðingardegi hjá eini familju, har alt var gleði, – telefonin ringir, og lítla løtu seinni stóð eg í einum heimi, har børnini høvdu tað sera trupult, og har foreldrini høvdu stórar trupuleikar.
– Eisini kundi tað vera sera óbehagiligt, tá ein var noyddur at senda boð eftir løgregluni og skilja børn frá foreldrum.
– Í samband við arbeiðið mítt í barnaverndini kom tað fyri, at eg varð hóttur eftir lívinum, og onkuntíð vóru hóttaninar so álvarsligar, at eg kendi meg noyddan at biðja løgregluna um politiverju.
– Serliga um høgtíðirnar var nógv at gera í barnaverndini, tí tá var ofta rúsdrekka uppií, og tí kundi støðan í útsettu heimunum gerast sera álvarslig.
– Tíbetur hevur tað ikki ofta verið neyðugt at taka børnini burtur frá foreldrum, tí hetta er sjálvdan gott fyri børnini.
– Gjøgnum arbeiðið í barnaverndini eri eg vorðin sannførdur um, at ein skal gera so nógv sum gjørligt fyri at hjálpa familjunum til at loysa trupulleikarnar, tí tá ein fer inn at skilja familjuna sundur, hevur tað ofta aðrar trupuleikar við sær.
– Tó kann tað vera neyðugt at gera tað, men hetta eigur altíð at vera seinasti útvegur.
– Eg plagi at siga, at tey, sum manna barnaverndina, eiga at duga at telja upp í tíggju, áðrenn tey gera nakað.
– Tað skal tó sigast, at umstøðurnar hjá barnaverndini at virka undir, eru munandi broyttar seinastu árini. Í dag hevur Klaksvíkar Býráð eina væl virkandi Sosiala Deild, sum saman við nevndini tekur sær av hesum arbeiðnum og virkar eisini sum umsiting hjá barnaverndini.
– Tí verður eisini eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði gjørt í dag. Nakað sum ikki var gjørligt í 90unum.
Steinbjørn sigur, at hóast tað ofta verður tosað um tær negativu síðurnar, tá ein familja endar hjá sosialu myndugleikunum, so eru eisini nógvar sólskinssøgur, har familjurnar við stuðuli hava megnað at fingið tingini at virka aftur og eru komin úr kreppuni.

Byrjaði í skúlastýrinum
Fyrstu ferð Steinbjørn stillaði upp, var til skúlastýrið, og hann varð valdur og sat fleiri skeið.
– Eg fekk somikið nógvar atkvøður, at eg tók tað sum eina álitisváttan, og arbeiðið í skúlanevndini førdi so til, at eg stillaði upp til býráðið.
– Eg hevði, sum sagt, størri áhugað í landspolitikki, og eisini helt eg, at býráðsarbeiði var í so tætt upp at fólkunum, sum ein  livir saman við, men áhugin vaks eisini fyri tí lokalpolitiska, og í 1996 stillaði eg upp fyrstu ferð til býráðið og varð valdur.
– Tá Karsten Hansen, sum tá var varaborgarstjóri, seinni í tí valskeiðnum bleiv landsstýrismaður í fíggjarmálum, varð eg valdur til varaborgarstjóra. Eftir valið í 2000 gjørdist eg borgarstjóri, og gjørdist hetta sjálvandi ein stór broyting í lívinum hjá familju mínari.
Eitt tað fyrsta málið, ið Steinbjørn sum formaður í Teknisku Nevnd fekk um hendi í býráðnum, vóru ætlaninar um at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin.
– Sum formaður í Teknisku Nevnd gjørdist eg eisini formaður í bygginevndini, og má eg siga, at eg fegnist stórliga um, at tað eydnaðist okkum at fáa skýlið upp at standa.

Dámar væl at samskifta.
Borgarstjórin sigur, at tíðin í barnaverndini hevur givið honum eina barlast, har hann serliga lærdi at umgangast fólk.
– Annars haldi eg sjálvur, at eg havi sera lætt við at tosað við fólk, og tað er ein eginleiki, ið er týdningarmikil í politikki.
At Steinbjørn gjørdist borgarstjóri var ikki løgið, tí hann nærmast galoperaði inn í borgarstjórasessin.
– Eg bleiv fyrstu ferð valdur inn í býráðið við 67 atkvøðum, og til býráðsvalið í 2000 fekk eg 230 atkvøður. Við seinasta býráðsval fekk eg umleið 400 atkvøður, og skal eg siga sum er, so vóru tað hesar álitsváttanir frá borgarunum, ið fingu meg at stremba eftir borgarstjórasessinum.

Fekk góð ráð frá Karsten.
Tá Karsten Hansen fór í landsstýrið, ivaðist eg, um eg skuldi taka av sum varaborgarstjóri, ella um eg framhaldandi skuldi vera formaður í Teknisku Nevnd.
– Tá eg tosaði við Karsten um hetta, segði hann, at um eg ætlaði mær nakað í politikki, so skuldi eg heldur taka av varaborgarstjórasessinum, tí fortíðin vísti, at tað var sera trupult at blíva afturvaldur í býráði um man hevði verið formaður í teknisku nevnd.
– Hettar er eisini rætt, tí sum formaður í teknisku nevnd er tað tú sum ert útsettur tá fólk ikki sleppa at byggja ein garð ella eitt úthús.
– Hetta er tankavekjandi men hetta lýsir kanska eisini hvussu politiski veruleikin er skrúvaður saman.

Borgarstjórin.
Ofta verður sagt at borgarstjórin hevur sera nógv vald í býráðspolitikki, og hetta er eisini rætt.
– Sjálvandi hevur borgarstórin eitt ávíst vald, tí hann er einasti fulltíðar politikkarin í býráðnum.
– Sum borgarstjóri hevur tú eisini frælsi til nógv, men tú mást til eina og hvørja tíð fyrihalda teg til viljan hjá býráðnum, men sjálvandi hevur tú stóra ávirkan og eisini ábyrgd.
– Skal eg siga sum er, so haldi eg, at fyrsta tíðin var eitt sindur turbulent.
– Vit høvdu jú havt ein borgarstjóra, sum hevði sitið í fleiri setur, og so fekk umsitingin brádliga ein borgarstjóra, sum ikki hevði somu politisku royndirnar.
– Men stóra uppgávan kom ikki óvæntað á meg, tí eg var frammanundan greiður um, at tað kundi blíva ein tungur arvur at lyfta eftir Jógvan, men samstarvið her í húsinum var sera gott, og tí kom eg skjótt inn í arbeiðið.
– Serliga haldi eg, at góða samstarvið við aðrar býráðslimir var tað, sum taldi allarmest, og hetta eri eg sera fegin um.
– Eg kom eisini inn í eini tíð, har býráði megnaði at minka skuldina hjá kommununi skjótt, og inntøkurnar vuksu ár um ár.
– Tí hava vit hesi árini havt møguleika til at sett nógvar verkætlanir í verk, og tá eg tók yvir, vóru nøkur arbeiði í stoypiskeiðini.
– Kráarbrekkuætlanin, Ídnaðarøkið á Borðoyavík og útstykkingar vóru alt øki, sum høvdu ligið og bíðað í mong ár.
– Vit hava sett skjøtil á eina munagóða útstykking undir Grashjalla, sum er eitt stórt framstig, og harafturat er ein verkætlan við alternativari íbúðabygging í gerð á Helnabrekku.

Hægsta politiska málið?
– Ja, tað er sjálvandi sjálvbjargni, og her haldi eg, at vit í Norðoyggjum eru eitt gott fyridømi hjá øðrum pørtum av landinum.
– Klaksvík hevur ongantíð fingið eina landspolitiska loysn av nøkrum slagi, og tí er tað okkum sjálvum fyri at takka, at vit eru so væl fyri, sum vit eru í dag.
– Tí er tað altavgerandi, at vit á øllum økjum halda fram at arbeiða fyri sjálvbjargni.
– Fyrrverandi starvið hjá mær sum múrarameistari ger, at mær dámar at síggja ting  liðugt gjørd, og tí leggi eg dent á, at býráðið eisini heldur gongubreytir og annað í góðum standi, og at arbeiði verða gjørd liðug, so tað sær vakurt út.

Borgarstjóri fyri øll
Spurdur um, hvønn hugburð hann hevur til eitt nú drykkjustovur og annað, sum eisini er partur av einum væl virkandi býi, sigur borgarstjórin, at hann sjálvandi er borgarstjóri hjá øllum.
– Tað er einki dulsmál, at eg eri fráhaldsmaður, men tað er týðandi at undirstrika, at hetta als ikki hevur ávirkan á tann veruleikan, at eg eri borgarstjóri hjá øllum borgarum í kommununi. Og hesa ábyrgd royni eg hvønn dag at liva upp til.

Positiva síðan
– Tann positiva síðan av býráðsarbeiðinum eru tey  mál, sum hava eydnast, og tey málini eru mong, hóast tey ikki altíð síggjast aftur í fjølmiðlunum.
– Eitt mál, sum vit stremba eftir at loysa, er barnaansingarøkið, og um stutta tíð fara vit at byggja nýggjan barnagarð, og so kunnu vit eisini fegnast um tað.

Trívist í politikki
Hóast tað eisini hava verið keðiligar løtur, so sigur Steinbjørn, at hann trívist ógvuliga væl í tí politiska umhvørvinum.
– Tað er altíð sera spennandi at arbeiða fyri málum og fáa semjur í lag. Sjálvandi verða vit ongantíð samd í øllum, men tað er júst hetta, sum ger tað enn meira spennandi at finna fram til felagsnevnaran, sum fólk kunnu semjast um.

Phoenix málið
Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi, er málið um Phoenix Kapitaldienst.
– Tað málið hevur órógvað meg og familjuna sera nógv.
– Eg valdi tó at koyra við so opnum kortum sum gjørligt, og tí komu vit beinanvegin út við einum tíðindaskrivi.
– Í tí politiska arbeiðinum hevur tað tó ikki órógvað, men eg má viðganga, at hetta málið hevur slitið, eisini í familjulívinum.

Góðtrúgvin av náttúru
Borgarstjórin er sera opinskáraður og sigur, at hann av náttúru er góðtrúgvin.
– Eg eri kanska í so góðtrúgvin, tí eg vil altíð trúgva tí besta, og tí havi eg kanska ikki so lætt við at síggja avleiðingar, sum møguliga kunnu uppstanda, tá okkurt gongur skeiva vegin.
– Tí lurti eg kanska meiri eftir ráðgeving enn onnur, sum altíð hava skálkin aftan fyri oyrað.
– Harafturat eri eg eisini skjótur og vil hava tingini avgreidd her og nú, men eg trúgvi ikki, at tað er ein negativur eginleiki.

Norðoyatunnilin
Størsta máli fyri Norðoyggjar í løtuni er Norðoyatunnilin, og hetta hevur verið eitt sera spennandi mál.
– Skal eg siga sum er, so er tað hetta málið og avleiðingarnir og møguleikarnir í tí, sum upptekur meg mest.
– Tá ein fer til songar um kvøldarnar, ger ein sær ofta tankar um teir møguleikar, sum liggja í hesum málinum, og hava vit í býráðnum eisini brúkt sera stóra orku upp á at fyrireika býin til fasta sambandið.
– Eg hevði alla tíðina sum mál, at miðbýurin skuldi standa liðugur, tá koyrandi varð um Leirvíksfjørð, men hetta verður nú ikki so.
– Tankin um at hetta økið kann koma at liggja oyði í nøkur ár er ræðandi, og tí gera vit alt fyri, at so ikki verður.
– Við útbyggingunum í Ánunum fáa vit bestu havnina í landinum, og hetta er nakað sum vit í býráðnum eru sera fegin um.
– Eisini eru nógv onnur mál, sum gera, at vit við spenningi hyggja fram móti Norðoyatunnlinum, og trúgvi eg, at hann fer at menna alla Norðoyggjar.

Borgarstjórin kendur
Spurdur um, hvussu tað er at vera kendur sum borgarstjóri í Klaksvík, sigur Steinbjørn, at hetta er ein góð kensla.
– Tað er rætt, at eg verði heilsaður av fólki sum borgarstjóri í Klaksvík allastaðni kring landið, og tað havi eg einki ímóti, tí eg eri stoltur av at umboða Klaksvík. Annars hugsið eg ikki so nógv um hetta, tí hetta er bara ein partur av arbeiðnum hjá mær sum borgarstjóri.

Klaksvíkin eftir 10 ár við føstum sambandi
– Tað er umráðandi at vit støðugt arbeiða við at betra trivnaðin í Klaksvík.
– Tí skulu vit hava eina nýggja ítróttarhøll, eina væl virkandi og áhugaverda svimjihøll, góðar búsetingarmøguleikar, barnansing og ein góðan skúla.
– Alt hetta er tætt knýtt at einum sterkum vinnulívi, og tað haldi eg, at vit hava allar fortreytir fyri at hava.
– Eg síggi fyri mær, at vit fara at síggja ein munandi vøkstur í fólkatalinum, tí vit mugu minnast til, at fólkatalið hevur staðið í stað síðan miðskeiðis í 80unum.
– Um Norðoyggjar verða ein kommuna, veit eg ikki, tí í løtuni eru kommunurnar, sum liggja nærmast við, ikki sinnaðar at leggja saman.
– Hetta hevur tó ikki avgerandi týdning fyri Klaksvík, tí hon kemur at vaksa óansæð, men fyri útjaðaran í Norðoyggjum hevur tað týdning, at vit fáa eina stóra og sterka kommunu.

John William Joensen

Hesa løtuna, vit báðir sótu í góðu leðurstólunum í nýggju borgarstjóraskrivstovuni, høvdu vit leitað ógvuliga víða í samrøðu evnum.
Steinbjørn dámar væl at skemtast, og eisini torir hann at flenna eftir sær sjálvum, og hóast alt ikki er endurgivið, sum tosað varð um, so skal sigast, at eftir samrøðuna sat ein eftir við kensluni av, at vit í Klaksvík eiga ein borgarstjóra, sum hevur stóran áhuga fyri teim smáu tingunum í kommununi, og eisini er borgarstjórin ein persónur, sum fólk tora at tosað opið við. Hetta ger samstundis, at borgarstjórin ofta er útsettur fyri lortaspannum, men hetta var nakað, sum fylgdi við postinum, segði borgarstjórin, sum helt, at tá ein bjóðar seg fram í politikki, so skal ein jú eisini taka tað súra við tí søta.
Eilif í Vági kom við kaffi og køkum undir samtaluni, og tær skulu vit eisini takka fyri.