Í Mentanarhúsinum – Hóskvøldið 5. nov. kl. 20.00. Knút Háberg Eysturstein tosar við Kára Sverrisson.
Í Mentanarhúsinum – Hóskvøldið 5. nov. kl. 20.00. Knút Háberg Eysturstein tosar við Kára Sverrisson.
“Samrøður um tónleik” er ætlað øllum við áhuga fyri tónleiki og sum vilja hoyra meira um tankarnar aftanfyri tónleikin. KNÚT HÁBERG EYSTURSTEIN, tónleikafrøðingur, fer í eini fyrilestrar- og samrøðurøð at práta við ymsar tónleikarar, sum onkursvegna hava sett síni spor. Vit hoyra helst okkurt lag eisini hvørt kvøldið. Fuglafjarðar Kvøldskúli og Mentanarhúsið skipa fyri tiltakinum. Kostnaður er 200 kr fyri alla røðina ella 50 kr. hvørja ferð. Tiltakið verður 5 ferðir í vetur og miðað verður eftir, at hetta verður fyrsta hóskvøld í hesum mánaðum:
5. november 2015 kl. 20.00:KÁRI SVERRISSON er gestur. Evnið, ið vit fara at umrøða verður “Innsavnan og nýtsla av siðbundnum tónleiki í Føroyum”.
3. desember 2015 kl. 20.00
7. januar 2016 kl. 20.00
4. februar 2016 kl.20.00
3. mars 2016 kl. 20.00
Tiltakið á Facebook: https://web.facebook.com/events/893548930713428/




