Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samskifti skapar javnvág

John William Joensen

So leigni ríkisfelagsskapurin er ein veruleiki, egia vit at jalda fast um tað meginreglu, at hetta er ein felagsskapur ímillum tríggjar javnar partar.

Soleiðis er støðan tíverri ikki í dag. Øll vita, at tað hava verið løtur, har tað hevur verið galið við javnvágini í felagsskapinum. Soleiðis er í øllum líknandi politiskum skipanum. Soleiðis er við politikki.
Tí ræður um, at Føroyar og Grønland hava umboð á Fólkatingi, sum alla tíðina eru á varðhaldi og ansa eftir hesari javnvág. Umboð, sum síggja til, at fortreytirnar fyri einum javnbjóðis samstarvi eru í lagi, so leingi felagsskapurin er til.
Hesa uppgávuna røkja vit best við einum góðum samskifti við allar danskar og grønlendskar politikkar. Við at samrøða, um at finna góðar loysnir. Tað er ikki talið á røðum, men talið á samrøðum, sum skapa loysnirnar.

Sannir upplýsingar
Ein onnur fortreyt fyri loysnum er, at danir, sum vit nú einaferð eru í felagskapi við, fáa sanna og upplýsandi kunning um føroyskar politikk, búskapar- og samfelagsviðurskifti. Tíverri hevur tað ikki altíð verið so hesi seinastu fýra árini. Mangur danskur fólkatingsmaður man sita við eini løgnari mynd av føroyingum og Føroyum.

Broyta felagsskapin
Ríkisfelagsskapurin er ikki nakað, sum er givið einferð med alla. Ríkisfelagskapurin eigur at vera ein skipan í broyting og ein skipan, sum í sjálvum sær broytist soleiðis, at hon ein dag ikki er neyðug meira.
Tað er tó løgið, at vera partur av felagsskapi og ikki vilja brúka hendan felagskap til nakað skilagott, mennandi og gagnligt. Føroyingar vilja jú ikki loysa í bræði. Hetta merkir, at vit koma at hava ríkisfelagskapin í mong ár framyvir. Tað eru tí ivaleyst enn stórir samstarvsmøguleikar í hesum felagskapi.
Men at troyta hesar møguleikar krevur mangan, at vit hugsa øðrvísið. At vit líta at ríkisfelagskapinum við um ikki nýggjum so eitt sindur øðrvísið eygum.  Hvat við at síggja ríkisfelagskapin sum eina skipan við ríkum menningarmøguleikum? Innan vinnu, mentan, samskifti og gransking eru ríkir samstarvsmøguleikar. Hetta krevur, at vit sleppa hesum undarliga óttanum fyri at samstarva við danir. Tað krevur, at vit hava fólk, sum duga at síggja møguleikarnar og sum duga at formidla teir.

Gott granskingarsamstarv
Taka vit sum dømi eitt evni sum gransking. Dan-mark er á odda innan gransking og nýskapan. Tað hevði ivaleyst verið eitt gott hugskot at útbyggt granskingarsam-starvið millum føroyskar og danskar granskarar og millum føroyskar og danskar granskingarstovnar. Vit hava áður upplivað eina byrjan til slíkt samstarv, tá danir í 1998 settu meira enn trýati milliónir av til granskingarsamstarv. Nógvar áhugaverdar verkætlanir komu burturúr, men so hendi ikki meira. Samstarvið varð, óvist av hvørji orsøk, ikki fylgt upp. Hetta var mikið spell, men tað eigur ikki at forða okkum í at royna eina líknandi skipan aftur.
Hóast frálíku ÚSUN skipanina, so fer meginparturin av føroyskum lesandi framvegis til Danmarkar, har tey undir lestrinum koma í samband við granskingarumhvørvi á høgum dygdarstøði. Her eru møguleikar, ið kundu verðið troyttir til gagns fyri tey lesandi og fyri bæði samfeløg. Sum føroyskt umboð á fólkatingi kundi eg hugsað mær at arbeitt við slíkum málum og verið við til at rudda gøtuna fyri einum føroysk-donskum granskingarsamstarvi.
Hetta skuldi sjálvsagt verið treytað av, at ein slík verkætlan hóskaði til landsstýrisins samskipaða granskingarpolitik, tá hesin einaferð um vónandi ikki alt ov leingi kemur í ljósmála. Her ein uppløgd uppgáva hjá einum føroyskum fólkatinsgumboði, ið eigur at byggja brýr heldur enn at grava politiskar veitir.

Stuðul til mentan 
Eitt annað dømi um eitt komandi samstarv snýr seg um blokkin. Gongur sum ætlað, verða nakrar yvirtøkur í hesum valskeiði. Fólkatingsumboð Føroya eiga at tryggja, at tann peningur, ið danski ríkiskassin sparir, ikki fer í henda kassa, men verður settur í Danskt-føroyska Mentanargrunnin, so hesin grunnur aftur kann fara at virka til gangs fyri føroyskt-danskt mentanarsamstarv. Fyri danska ríkiskassan merkja hesar upphæddir einki – fyri føroyska mentan vildu hesar uphæddir havt stóran týdning. Hetta vóru bert nøkur fá dømi um samstarvsmøguleikar, sum eg kundi hugsað mær at Javnaðarflokkurin fór at virka fyri, um flokkurin fekk umboð á fólkatring tann 8. februar. Tað er ivaleyst lætt at finna onnur og eins týðandi dømi.

Størri sjálvræði
Tað er rætt áhaldandi at arbeiða fyri størri føroyskum sjálvstýri. Tað ætli eg mær at gera. Men tað má kunna bera til at arbeiða fyri føroyskum sjálvstýri uttan at seta ilt millum tjóðirnar. Tað rætta má vera at virka fyri føroyskum sjálvræði, samstundis sum vinarlagið og samstarvið millum danir og føroyingar verður ment. Allar tjóðir royna jú í altjóðagerðini at vinna sær vinir. Gott vinarlag er í dag  millum øll fyrrverandi hjálond og teirra fyrrverandi hjálandaveldi.
Tað er brúk fyri fólkatingsumboði, ið kann venda tí negativu gongd, ið er byrjað og broyta ta negativu mynd, ið danskir politkkarar hava fingið av Føroyum og føroyingum seinastu árini. Tað er brúk fyri fólkatingsumboði, ið vil og megnar at byggja brýr, skapa vinarløg og sum staðiliga virkar fyri føroyskum áhugamálum.

John Johannessen,
Fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Harleywoodpaint