"Keypini av Kloosterboer eru eitt stig afturat í miðvísu ætlanini hjá Samskip at koma út á útlendska marknaðin." Sigur Eimskip í tíðindaskrivi
Samskip keypt frystiflutnings- og goymsluvirksemið hjá hálendsku fyritøkuni Kloosterboer
Keypini av Kloosterboer eru eitt stig afturat í miðvísu ætlanini hjá Samskip at koma út á útlendska marknaðin. Aftaná keypini verður roknað við at heildarsølan hjá Samskip verður umleið 45 milljardir krónur í hesum ári. Kloosterboer viðger uml. 220 túsund tons av fiskaúrdráttum og aftaná keypini verður roknað við at Samskip fer í ár at flyta stívlega eina millión tons av frystum fiski. Eftir keypini av frystiflutnings- og goymsluvirkseminum hjá Kloosterboer eigur Samskip frystigoymslur við kapasiteti uppá sjey túsund tons í Kollafirði í Føroyum, 20 túsund tons í Álasund í Noreg, 40 túsund tons í Ijmuiden [Æmuden] í Hálandi og 17 túsund tons í Rotterdam, umframt Ísheimar í heimlandinum, har goymslukapasiteturin er 6 túsund tons. Við í hesum keypunum fylgir virksemi, sum er knýtt at fiskivinnuni hjá feløgunum og Keypsprísurin verður ikki givin upp.
Samanleggingin av virkseminum hjá Kloosterboer við frystiflutningsvirksemi hjá Samskip í Íslandi og uttanlands fer at stimbra munandi okkara støðu á Europa-marknaðinum og ger okkum før fyri at veita fiskivinnufyritøkunum heildartænastu, sigur Ólafur Ólafsson, virkandi formaður í nevndini hjá Samskip.
Nú kunnu við bjóða uppá landingar úr frystitrolarum og skipum í Íslandi, í Føroyum, Noreg og Hálandi. Hatta er eisini galdandi fyrir goymslu av øllum slag af frystum úrdráttum. Harafturat veita vit umfatandi flutningstænastur við frysti- og kølivørum kring allan heimin; veri tað seg í Skandinavia, Norður-Europa, Norður-Amerika ella Asia. Nógv hendir innan hetta flutningsvirksemið í heiminum í dag, sigur Ólafur. Saman við Samskip og Kloosterboer fer dótturfelagið SilverSea í Noreg at spæla stóran leiklut við sínum 15 frystiskipum og marknaðarførandi støðu í Norður-Atlantshavinum, tá talan er um flutningar av frystum fiskaúrdráttum. Við at leggja saman kreftirnar og við tí serfrøðikunnleika, vit hava fingið við sameining av virkseminum hjá hesum feløgum, Samskipum, SilverSea og Kloosterboer, kunnu vit tryggja at okkara viðskiftafólk fær frystiflutningstænastu á hægsta støði og tey verða betur før fyri at fokusera á egna virksemi, sigur Ólafur.
Umhvørvismálini hafa alsamt størri týdning í flutningsvirkseminum í Evrópu, ikki minst vegna øktar áløgur á stórar lastvognar, sum miða ímóti at minka um dálkingina og vandan fyri vanlukkur á landsvegunum. Bingjuflutningar við skipum, tokum og áarprámum hava havt frramgongd, ikki minst við sonevndu 45 fóta bingjuni, sum er fullkomiliga kappingarfør við teir traditiónellu lastvognarnar. Tá Samskip keypti Geest North Sea Line her fyri komu nógvar 45 fóta bingjum uppí flotan hjá felagnum, har í millum 45 fóta kølibingjur, sonevnd sum verða alsamt meira umtóktar, tí nýtslan av teimum hevur givið stak góðar royndir..
Vit sum starvast hjá Samskip erum ógviliga spent upppá møguleikarnar, sum Coolboxx kølibingjurnar bjóða og tískil hava vit avgjørt at menna henda tænastu við atliti at flutningi av niðurkøldum fiskaúrdráttum, sigur Ásbjørn Gíslason, annar av teimum stjórum hjá Samskip. Hatta er eitt lið í okkara ætlan um økta útbygging av felagnum uttanlands..
Samskip hava í løtuni 47 skrivstovur í 21 londum, og harumframt starvast umboð fyri felagið kring allan heimin. Starvsfólkini hjá Samskip eru nærum 1300 í tali eftir keypini av Kloosterboer.
Hálendska frystiflutningsfyrirtøkan Kloosterboer varð stovnað 1925 og arbeiddi í fyrstani við grønmeti. Tann fyrsta frystigoymslan hjá felagnum bleiv gjørd í 1960. Hon varð trý túsund rúmmetrar til støddar men í dag er tann samlaði goymslukapasiteturinn í frystivørugoymslunum hjá felagnum í Hálandi, Noreg og Førpyum uml. tvær milliónir rúmmetra. Starvsfólkini sum atbeiða við frystigoymslurnar eru íalt 54 í tali; 38 í Hálandi, 12 í Noreg og 4 í Føroyum. er leiðandi á marknaðinum innan frystiflutningar í Norður-Evropa og er umboð fyri flutningar til og úr Rotterdam. Eisini har ökist virksemið í heilum.




